Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vænta fult hús til Frændur

Tíðindaskriv

Tað verður helst sum í gomlum døgum, tá Frændur, saman við góðum tónleikavinum, í vikuskiftinum trína á pallin.

Tað verður helst sum í gomlum døgum, tá Frændur, saman við góðum tónleikavinum, í vikuskiftinum trína á pallin.

Talan verður helst um størsta innandura tiltak av sínum slag. Tveir pallar og tvær hugnaligar ítróttarhallir við nógvum lívi, sangi og fólki undir sama taki.

Vinir, kenningar og frændur úr øllum landinum ætla sær í áhugaverda 30 ára føðingardagin við hugtakandi framførslum, undirhaldi og dansihugna.

Á Kunningarstovunum í Klaksvík, Havn og Runavík lata tey væl at forsøluni, nú bert ein góður dagur er eftir til tað stóra brakið.

Seld verða í fyrsta umfari sløk túsund atgongumerki, sum geva atgongd til veitsluna, konsertirnar, fiskasuppuna og drekka. Tey, sum ikki heppnast at fáa alt kvøldið við, fáa tó møguleika at keypa atgongumerki til fjølbroyttu skránna, sum er galdandi frá fagnaðinum á midnátt og til minniliga Frændur gildið er liðugt.

Harleyfacadeacryl