Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spískamarið gagnast væl

Danial Viðoy

Gutti Winther og Pætur Marjunarson Dahl gera eitt megnararbeiði við sendingini, Spískamarið. Tað er ikki ov nógv at siga, at teir við hesum sendingunum leggja virðismiklar varðar eftir seg, nakað føroyingar og onnur, áhugað í Føroyum, fara at gleðast um nógv ár framyvir.

Gutti Winther og Pætur Marjunarson Dahl gera eitt megnararbeiði við sendingini, Spískamarið. Tað er ikki ov nógv at siga, at teir við hesum sendingunum leggja virðismiklar varðar eftir seg, nakað føroyingar og onnur, áhugað í Føroyum, fara at gleðast um nógv ár framyvir.

Havi júst sæð Spískamarið, sum hesaferð var á ferð í Suðuroy. Ein sera væl úr hondum greidd sending, eins og hinar fyrru eisini eru tað. Hon fekk meg upp úr stólinum av berari takkarkvøðu til teir og tey, ið standa fyri at fáa hesa sendingina at hanga saman. Tí eg eri væl vitandi um, at hetta er rúgvismikið arbeiði, sum krevur nógv. – Gott við fólki, sum tora at gera nakað nýtt og í roynd og veru slóðbrótandi.

Spískamarið er gott fyri mangt og hvat. Umframt at tað gagnast gómanum, gagnast hetta eisini nógvum øðrum.

Undirvísingartilfar

Gerandisprát hjá nógvum lærarum – ið hvussu er tá ið eg gekk í skúla – er at tað manglar føroyskt undirvísingartilfar. Hetta er framúr undirvísingartilfar. Umframt ta vitan um ymsu oyggjarnar, ið koma undan kavi í sendingunum, verður hyggjarin varugur við alt tað fjølbroytta tilfeingið, føroysku oyggjarnar eiga. Hetta er sonn landalæra, verður og er eisini søga og sjálvsagt eisini heimkunnleiki (haldi tað verður rópt soleiðis).

Søga er mangt og hvat. Søga er m.a. at fata nútíðina útfrá fortíðini. Hvussu liva vit í mun til forfedrar okkara, ella hvussu gagnnýta vit betri tilfeingi í mun til fyrr. Nakrir viðkomandi spurningar, sum óbeinleiðis eisini verða viðgjørdir í sendingini. Spískamarið er á tremur við føroyskum undirvísingarmøguleikum.

Mentan, søga og ferðavinna

Spískamarið gagnast eisini føroyskari mentan (matmentan serliga) og ikki minst føroyskari ferðavinnu. – Flest øll, ið hava sæð sendingarnar, halda helst eisini tað. Men eg leggi einki í, um eg rósi fyriskiparunum eina ferð afturat. Teir útlendingar, sum síggja sendingarnar, um teir eru rættsiktaðir, fáa brell at vitja Føroyaland, heilt víst.

Hetta eru nakrir søguligir varðar, sum Spískamarið leggur eftir seg. Nakað, sum núverandi hyggjarin og komandi ættarlið eisini fara at fáa gleði av. Hetta eru bestu sendingarnar, síðani Zacharis Hammer var upp á tað úrtøkumiklasta. Hann hevur eisini lagt nakrar søguligar varðar eftir seg og gjørt sjónvarp, sum vit enn í dag fegnast um. Eitt dømi er Bygdin & Bjørgini frá 1999.

Tað, sum eyðkennir góðar sjónvarpssendingar, er, at hyggjarin veruliga sær og merkir, at framleiðarin hevur kýtt seg til tess at fáa besta úrslitið. Tað hava Gutti og Pætur. Tað sæst. Takk og rós.

HEIMASÍÐAN HJÁ SPÍSKAMARINUM SÆST HER