Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grikkar umhugsa at seta 75 ára gamla Trapattoni

John William Joensen

Gransking í samband við starvsetan av fótbóltsvenjarum, vísir at í fótbóltsheiminum er óhugsandi at næsti venjarin hjá grikkum verður kvinna ella svartur maður. 90% sannlíkindi eru fyri at tað verður ein hvítur maður sum er gráhærdur, fyrrverandi fótbóltsleikari. Sum skilst er tað júst hetta sum grikkar í løtuni hyggja eftir. Sambært altjóða miðlum er italiumaðurin Giovanni Trapattoni kontaktaður av grikkum og hann hevur sum skilst hug at taka av tilboðnum. Trapattoni fekk sekkin sum Írskur landsliðsvenjari í 2013.

Gransking í samband við starvsetan av fótbóltsvenjarum, vísir at í fótbóltsheiminum er óhugsandi at næsti venjarin hjá grikkum verður kvinna ella svartur maður. 90% sannlíkindi eru fyri at tað verður ein hvítur maður sum er gráhærdur, fyrrverandi fótbóltsleikari. Sum skilst er tað júst hetta sum grikkar í løtuni hyggja eftir. Sambært altjóða miðlum er italiumaðurin Giovanni Trapattoni kontaktaður av grikkum og hann hevur sum skilst hug at taka av tilboðnum. Trapattoni fekk sekkin sum Írskur landsliðsvenjari í 2013.

Greining sum sjournalistar á bretska blaðnum, Finansial Times hava gjørt og sum m.a. er givið út í bókini SoccerNomic, vísir at venjarastarvið er als ikki sum onnur leiðarastørv. Øll leita eftir einum gráhærdum Messias.

Hóast Premier League eigur fjøld av góðum og dugnaligum svørtum leikarum, so eru allir høvuðsvenjararnir í fremstu Bretsku kappingini hvítir. Kanningar vísa at leiðslur í fótbóltsfeløgum hava eina ávísa mynd av hvat ein góður venjari er og tað at verða svartur er ikki ein fyrimunur um tú hevur vónir um at gerast venjari. Vit síggja enntá londum har allir fótbóltsleikararnir eru svartir sum seta hvítar venjarar. Meiri hugsað verður um hendan spurningin ert tú noyddur at spyrja teg sjálvan um fótbóltsvenjarin hevur nakran sum helst týdning.

Kanningar vísa nevnuliga at venjarar í veruleikanum gera sera lítlan ella ongan mun. Veruleikin er at feløg sum keypa sær kendar og dýrar venjarar fáa einki burtur úr hesum.

Hvat eyðkennir eitt gott evni til venjarastarvi

Í fótbólti er tað ein fast grógvin pátrúgv at EINANS fyrrverandi fótbóltsleikarar kunnu brúkast sum venjarar.

Kanningar vísa at pátrúgv og seiglívaðir pástandir eru sera fastgrógvin tá venjarar og leiðslur í fremstu feløgunum taka avgerð.

Í bókini, Scoccernomic, verður ein roynd gjørd at meta um veruligu ávirkanina sum fótbóltsvenjarar hava og úrslitið er ikki sørt skakandi.

Fyrst varð leita í roknskapirnar hjá ensku feløgunum í fýra av teimum fremstu deildunum frá 1973 fram til 2010. Tá búskaparfrøðingur hevði hugt allar roknskapirnar ígjøgnum hevði hann allar lønar upplýsingar fyri gott 80% av feløgunum hesi 37 árini. Síðani var kannað hvussu nógvir venjarar høvdu hesi árini sitið í starvinum eitt heilt kappingarár og úrslitið gjørdist 699. Men tað er ikki rætt at døma venjarar út frá einum ella tveimum árum tí í einum so stuttum tíðarskeiði kann hepni og annað verða avgerandi. So avgjørt var einans at kanna venjarar sum høvdu sitið í starvinum í fimm kappingarár: 251 menn.

Búskaparfrøðingurin kannaði so hvussu hesi 251 høvdu klára seg umroknað í mun til hvussu nógv feløg teirra í miðal hevði brúkt uppá leikaralønir samanborið við onnur feløg.

(Búskaparfrøðingurin hevði jú áður staðfest at tey Premier League feløg sum rindaðu bestu leikaralønirnar í miðal seinastu 20 árini høvdu bestu úrslitini).

Tað eru 20 feløg í Premier League og útrokningar vísa at eitt miðal felag brúkar 5% av samlaðu lønarútreiðslunum í Premier League til lønir. Um eitt felag endaði í ovaru hálvuni við einans at brúka tað sum svarar til 5% av samlaðu lønarútreiðslunum í Premier League – so gevur hetta eina ábending um at venjarin hevur klára seg framúr. Endar felagið í botninum av deildini so hevur hann klára seg verri.

Av hesum bar til at staðfesta at sera fáir av omanfyri nevndu 251 venjarunum kláraðu seg illa. Faktist hildu allir seg innanfyri tað sum man vanliga kallar rímilig hagtalsfrøðilig frávik.

Kanningin vísti at av teimum 251 venjarunum vóru tað millum 40 til 70 venjarar sum høvdu positiva ávirkan á úrslitini hjá felagnum. Hesir umboða einans 10 % av samlaða venjarunum í 4 teim fremstu deildunum í Onglandi síðan 1973.

Á hendan hátt kom búskaparfrøðingur til ein lista við bestu venjarunum í Onglandi, sum er bygdur soleiðis:

Fyrsta kolonnan eru allir venjarar í 4 teim fremstu deildunum í Onglandi koyrdir saman og síðan rokna vit úrslit teirra í mun til hvussu nógv felagið í mun til hini feløgini í miðal hevur brúkt uppá leikara lønir.

Tann næsti listin er býttur í tær fýra deildirnar har venjarar og feløgini verða samanborin við lønarlagið í síni egnu fótbóltsdeild.

Hetta eru bestu venjarar í Onglandi 1974-2010

Úrslit – samanborið við miðalløn í øllumdeildum samlað:

Bob Paisley

Alex Ferguson

Kenny Daglish

Arsen Wenger

Rafeael Benites

Bobby Robson

Gerard Houllier

Steven Parkin

Dave Mackay

Roy Evens

Howard Kendall

Steven Tilson

Gergore Graham

Marin Allan

Martin Ling

(Meira kann lesast í bókini)

Úrslit – samanborið við miðal leikaralønin bólka á ymisku deildirnar.

1 Paisley

Bobby Robson

 Alex Ferguson

Arsene Wenger

David Noyes

Kenny Dalglish

John Beck

Dave Mackay

Howard Kendall

Steven Tilson

Rafael Benites

Ronnie Moor

Lou Macari

Poul Sturrock

Steve coppell

(Meira kann lesast í bókini)

Leggja vit so hesar listarnar saman fáa vit hetta til at verða bestu venjarar í Onglandi.

1 Bob Paisley

2 Alex Fergusson

4 Bobby Robson

5 Arsene Wenger

6 Kenny Dalglish

7 Rafael Benites

8 Dave Mackay

9 Howard Kaneall

10 Steve Tilsson

11 Ronnie Moore

12 Geore Graham

13 David Moyes

14 Martin Allae

15 Poul Simpson

(Les meira í bókini)

Paisley er á einum flottum fyrstaplássið har felag hansara gjørdist enskir meistarar seks ferðir og vann tríggjar Evropa kappingar frá 1974 til 1983 við Liverpool. Men vit mugu tó viðganga at hann arvaði eitt vælvirkandi og vinnandi felag frá Bill Shankley meðan Alex Fergusson skapti sítt egna United.

Omanfyri nevndi listi vísir tó ikki hvør veruliga var besti venjarin tí tað kunnu verða so nógvir aðrir faktorar sum gera at feløg teirra hava klára seg væl, men gevur eina greiða ábending um hvør hevur havt ávirkan á úrslit felagsins.

Leikarakeyp og venjarar

Gongdin hjá Manchester United seinastu árini vísir at Ferguson hevði tørv á fleiri og fleiri pengum fyri at fáa góð úrslit. Í 2010 sum er seinasta roknskaparárið sum hesar útrokningar byggja á, svaraður lønarútreiðslurnar hjá United til 10 % av samlaðu lønarútreiðslunum í Premier League. Men hetta er ikki eindømi tí City brúkti tað sama og Chelsea brúkti tað sum svarar til 14% og er hetta tað mesta sum nakað felag hevur brúkt í lønarútreiðslum øll tey 37 árini sum kannað var.

Fergusson var nakað heilt serligt øll árini hann var í United. Hann kappaðist við feløg sum rindaðu meira løn enn United rindaði.

Men enn hava vit ikki mett um orkuna feløgini hava brúkt til at keypa leikarar og har fara vit at viðgera leikara keyp fyri seg sum eitt fyribrigdi, men lat okkum her hyggja nærri at omanfyrinevndu venjarunum.

Umstøðurnar venjarar hava verið í eru eisini ymiskar t.d. kunnu vit nevna at kanska ein orsøk til at Bobby Robson kláraði seg so væl í Ipswish í 70 unum er tann sannroynd at hann tá var ein av heilt fáu venjarunum sum legði seg eftir at fáa liðið at spæla fótbólt við stuttum sendingum og samstundis at leita í Evropa eftir leikarum.

Líka mikið hvussu ein setur tey búskaparligu tølini upp móti úrslitunum so kunnu vit bara staðfesta at sera fáir venjarar hava havt ávirkan á úrslitini – og ein er freistaður at halda at kassameistarin í feløgunum hevði klára venjarastarvið eins væl.

Ávirkanin venjarar hava er yvirmett í stóran mun og búskaparfrøðingurin tekur undir við Liverpool bakkinum, Jamie Carragher, sum í nýggjastu bók síni skrivar:

” Savnar tú ein hóp av dugnaligum leikarum saman við rætta innstillinginum so fert tú at vinna fleiri dystir enn tú tapir, líkamikið hvussu góð venjingin er, hvønn taktikk tú brúkar ella hvat sagt verður í umklæðingarrúminum. Men sjálvandi alt sum kann geva tær tey seinastu 5% -10% er eisini týdningarmikið.”

Størstu ávirkanina sum venjarar tykjast hava er hvussu felag teirra umsita leikar keyp tí tað er nevniliga staðfest at flestu leikarakeyp hava onga ávirkan á úrslit.

Sjálvur Cruijff sigur um venjara leiklutin at høvuðsuppgávan er at savna saman bestu leikararnar tí so vinnur tú flestu dystirnar.

Í 1992 var miðal starvstíðin hjá venjarum í Premier League 3,5 ár men á sumri 2013 var miðal starvstíðin umleið 1 ár og av teimum 92 venjarunum í ensku kappingunum var tað einans Wenger sum hevði sitið í meira enn sjey ár.

Feløg seta oftast kendar og populerar fyrrverandi leikarar – tí teir eru væl dámdir millum viðhaldsfólk, fjølmiðlar, leikarar og sponsorar. Tað verða sum oftast settir fyri tað sum teir eru kendir fyri meira enn teirra eginleikar sum venjarar.

Tað skerst ikki burtur at ”uppsigt” og útstráling telur nógv hjá tí persóni sum myndar felagið í pressuni.

Kendi og legendariski venjarin hjá Inter Milan í 60 unum, Helenio Herrera, sáli, segði í bók síni at pressan hevði ábyrgd av tí status og dyrkan sum í dag er av venjarum:

”Áðrenn mína tíð fingu venjarar onga løn og teirra starv var ikki høgt í metum. Tað var uppgávan hjá venjarum at skipa fyri bussferðum og bera taskur og klæðir. Tað sum vit kendu til sum leikarar var at tað vóru vit sum avgjørdu alt.”

Hvussu verða venjarar valdir

Ein miðal fótbóltsvenjari verður settur eftir sera stutta viðger.

Tað mest vanliga er at høvuðsvenjarin verður settur eftir nakrar heilt fáar dagar – beint eftir at felagið hevur sekkja undangongumannin, er niðurstøðan í altjóða kanning.

Eitt av fáu frávikunum er Arsene Wenger sum bleiv settur venjari hjá Arsenal í 1996. Felagið vildi hava hann og noyddist tí at hava fyribils venjara í fleiri vikur til Wenger var tøkur.

Í vinnulívinum eru vanliga fleiri job-samtalur millum eigarar og møgulig stjóra evni, men í fótbólti verða venjarar vanliga settur í starv við at felagið ringir til venjaran og bjóðar honum starvið.

Tað kemur ikki uppá tal at seta eitt konufólk og 90% eru fyrrverandi leikarar.

Kanningar vísa at høvuðsvenjarar eru altíð hvítir við einum konservativum hár stíli og flestu venjarar eru millum 35 og 60 ár.

Hetta at bara fyrrverandi leikarar hava skil fyri venjaraspurningum er nógv brúkt og serliga venjarar sjálvir brúka hetta nógv.

Fyrsta árið Daglish var venjari í Liverpool bleiv hann eftir eitt tap spurdur av einum fjølmiðlafólki um hann ikki gjørdi skeiva taktiskar flytingar undir dystinum.

” Og- hvussu eitur so tað felagið sum tú spældi fyri!” svaraði Daglish skjótur og øll flentu hart at spurninginum og tann sum spurdi var sum ein flongdur hundur.

Fleiri formenn í Premier feløgum kunnu vitna um at venjarar ofta dyrka tað mystiska við venjarastarvinum – og serliga hetta at bara fyrrverandi leikarar vit hvat teir tosað um. Og tá formenn og leiðslurnar í feløgunum ofta eru samansett av fólki sum ikki hava spælt í fremstu deildini – er tað ongantíð nakar sum veit hvussu svarast skal til slíka argumentatión.

Veruleikin er at tað er einki garanti at ein góður fótbóltsleikari eisini kann brúkast sum venjari.

Júst henda spurning kannaði Stefan Szymanski har hann kannaði 209 venjarar í Onglandi frá 1974 til 1994 og samanbar úrslit teirra við tað peningaligu orku sum felag teirra brúkti uppá leikarar í mun til onnur feløg og hetta var niðurstøða hansara:

Eg hugdi fyrst hvussu hesir venjarar kláraðu seg sum leikarar og síðani metti eg um teirra starvsleið sum høvuðsvenjarar.

Úrslitini sum leikarar høvdu onga ávirkan, men tó legði eg til merkis at málmenn og verjuleikarar klaraðu seg illa sum venjarar, meðan miðvallarar og áleyparar kláraðu seg betur.

Niðurstøðan var at leikara gerningurin og venjarastarvið kundu ikki samanberast.

Arrigo Sacchi sum var ein sermerktur vánaligur fótbóltsspælari men sum bleiv ein legendariskur venjari segði: ”Tær nýtist ikki at verða ein hestur fyri at verða ein dugnaligur reiðmaður.”

Lesarin kann spyrja seg sjálvan um Diego Maradona veit meira um fótbólt enn Jose Mourinho?

Mouriniho sum næstan ongantíð fekk løn sum leikari er í dag –dyst fyri dyst- ein tann besti venjarin í heiminum – eisini søguliga.

Tá Carlo Ancelotti gjørdist greiður yvir at Mouriniho einki hevði at vísa á sum leikari svaraði portogisarin: ”Eg havi ongantíð sæð hetta sum nakran trupuleika. Tannlæknin hjá mær er tann besti í heiminum og álíkavæl fortelur hann fyri mær at hann ongantíð hevur upplivað at havt tannapínu!”

Trupuleikin við venjarum sum hava roynt seg sum leikarar er kanska júst royndirnar. Teir hava jú roynt og uppliva alt í fótbólti og tí vita teir altíð best sjálvir.

Ancelotti venjari hjá Real Madrid segði í samrøðu í 2013: ”Royndirnar sum leikari kann ein venjari í grundini bara brúka til eitt; Eg kann skilja hvussu ein leikari hugsar. Men tað kann ikki brúkast til nógv í venjara starvinum og tí er neyðugt við útbúgving.

I januar 2014 vóru einans tríggir venjarar í Premier League sum ikki hava verið yrki fótbóltsleikarar: Mourinho í Chelsea, Brenden Rogers í Liverpool og Rene Meulentsteen í Fulham.

Ikki fyrr enn í 2003 byrjaðu premier league feløgini at seta faklig krøv til venjararnar. Tá byrjaðu krøv at koma frá FIFA og hóast tað er staðfest at venjarar við høgari fakligari útbúgving hava bestu úrslitini so hava fótbóltsfeløg framvegis trupult við at staðfesta hendan veruleika.

Kanningar vísa at tá feløg seta venjarar er tað tí at viðkomandi kann taka við starvinum beinanvegin (ofta tí at hann júst er sekkjaður av øðrum felag) ella tí hann hevur góð úrslit at vísa á eitt stutt tíðarskeið frammanundan.

Flestu venjarar verða settir ikki eftir eina fakliga meting men tí at viðkomandi er kendur í fótbóltsheiminum og tí at hann skapar forvantning millum viðhaldsfólk og dugur at samskifta við miðlar.

Tí kemur tað ikki uppá tal at seta eitt konufólk – tí hetta hevði skapt harða mótstøðu millum bítt viðhaldsfólk og leikarar.

Tony Adams fyrrverandi liðskipari hjá Arsenal minnist í bók síni hvussu skelkaður hann var tá hann frætti at felagið hevði sett ein útlending sum venjara: ” Eg hugsaði fyrstu ferð eg møtti honum – hvat veit hesin fransmaðurin um fótbólt? Hann gongur í brillum og líkist einum skúlalærara. Hann dugir enntá lítið av enskum?”

Kanningar vísa at ein venjari má fyrst og fremst síggja út sum ein rættur fótbóltsvenjari. Tí velja feløg heldur tryggu loysnina at seta ein kendan fótbóltsleikara sum viðhaldsfólkini elska.

Hugsið tykkum til hvussu støðan hevði verið í HB ella KÍ um leiðslan setti eina dugnaliga kvinnu í starv sum høvuðsvenjara?

Ja – bara tankin er ræðandi – men hetta sigur eisini alt um ráðandi hugalagið millum fótbólts fjepparar —-

Í 2007 avgjørdi enska ”non-league-felagið” Ebbsfleet United at geva viðhaldsfólkunum møguleika at velja leikarahópin. 30.000 viðhaldsfólk rindaðu 35 pund fyri rættin at atkvøða um leikarar og úrslitið gjørdist framúr gott. Ebbsfleet vann stutt eftir størsta sigur felagsins í sjálvari ”FA TROPHY” finaluni á Wembley í 2008.

So kanska fleiri feløg í framtíðini fara at spyrja viðhaldsfólkini tá leikarar skulu veljast.

Brot úr bókini: Soccernomich