Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørjar venjaramøguleikar hevur B36?

Jákup Ósá

B36 gav í dag ábendingar um, at talan verður um ein føroying, sum skal setast í venjarasessin.

B36 gav í dag ábendingar um, at talan verður um ein føroying, sum skal setast í venjarasessin.

Tað merkist á B36 leiðsluni, at boðini frá Sámal Erik Hentze um at hann gevst sum venjari, eru komin óvæntað á. Tí er tilgongdin við at finna ein nýggjan venjara neyvan komin langt. Men á middegi var Heiðrikur Christiansen, formaður í B36, í KVF og har segði hann, at mest sannlíkt bleiv talan um ein føroying. Og so duldi hann ikki fyri, at ein ”rólig” typa sum Sámal Erik Hentze kundi passa væl til, men at tað tó eisini kundi blíva ein meira ”aggressiv” typa. Hann vildi ikki burturvísa nøkrum møguleika.

Tað er krav til ein venjara í Effodeildini, at viðkomandi hevur lokið A-venjaraútbúgving. Hetta ger, at menn sum Jákup á Borg og Fróði Benjaminsen ikki koma uppá tal.

Hyggja vit eftir, hvørjir føroyskir venjarar hava royndir úr bestu deildini seinastu 5 árini og sum ikki hava sáttmála við nakað lið í bestu deildini til komandi ár, so eru hesir venjararnir tøkir:

Albert Ellefsen

Eyðun Klakstein

Bill M. Jacobsen

Jógvan Martin Olsen

Øssur Hansen

Rúni Nolsøe

Abraham Løkin

Hans Fróði Hansen

Piotr Krakowski

Kári Reynheim

John Petersen

Allan Mørkøre

Av hesum hava fleiri boðað frá, at teir ikki vera venjarar yvirhøvur í Effodeildini í 2015.

Nú vita vit ikki, um allir venjarar yvirhøvur hava umstøður ella hava áhuga at taka venjarastarvið hjá FM vinnarunum á seg. Men her og nú kundu hesir fýra venjararnir verið millum tey bestu boðini av føroyskum venjarum:

John Petersen

Vælumtóktur í B36, har hann hevur legendu status. Bæði sum leikari og venjari. John er venjari hjá U19 kvinnulandsliðnum.

Eyðun Klakstein

Fyrrverandi KÍ venjarin er í leysasøgunum settur í samband við B36 og er uttan iva millum best skikkaðu venjararnar til starvið. Hann kemur helst eisini undir typuna ”róligur” eins og John Petersen og Sámal Erik Hentze, sum B36 formaðurin nevndi.

Jógvan Martin Olsen

Jógvan Martin hevur víst á, at feløg hava víst honum áhuga seinastu mánaðirnar. Men hann hevur lagt dent á, at tað skal vera tað rætta felagið og ein uppgáva, sum skal passa til hansara. Jógvan Martin er kanska tann mest royndi føroyski venjarin, sum B36 kann fáa.

Bill M. Jacobsen

U21 landsliðsvenjarin kundi verið ein, sum B36 fór at hyggja nærri uppá. Hevur góð úrslit við B68 og U21 landsliðnum og eftirhondini fitt av royndum. Men Bill manglar – í mun til teir omanfyri – royndir við at venja nakað stórfelag.

B36 hevur seinastu árini havt hesar venjararnar:

2014: Sámal Erik Hentze

2013: Mikkjal K. Thomassen

2012: Mikkjal K. Thomassen

2011: Mikkjal K. Thomassen/John Petersen

2010: Sigfríður Clementsen/Allan Mørkøre

2009: Mikkjal K. Thomassen/Sigfríður Clementsen

2008: Heðin Askham

2007: Kurt Mørkøre

2006: Sigfríður Clementsen

2005: Sigfríður Clementsen

2004: Jóannes Jakobsen

2003: Ion Geolgau