Tað lættasta og populerasta her og nú er at lækka kommunuskattaprosentið og siga, “tað gongur nokk”, og so skrúva inntøkumetingarnar í topp í vón um, at tíðirnar gerast betri og betri. Býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri at skapa fíggjarligan tryggleika fyri núverandi og komandi borgarar við realistiskum skattaprosenti og varligum inntøkumetingum, tí vit vilja náa nøkrum málum og eisini gjalda fyri tey.
Tað lættasta og populerasta her og nú er at lækka kommunuskattaprosentið og siga, “tað gongur nokk”, og so skrúva inntøkumetingarnar í topp í vón um, at tíðirnar gerast betri og betri. Býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri at skapa fíggjarligan tryggleika fyri núverandi og komandi borgarar við realistiskum skattaprosenti og varligum inntøkumetingum, tí vit vilja náa nøkrum málum og eisini gjalda fyri tey.
Vit hava sett út í kortið at gjalda skuldina niður, at geva skúlabyggingini hægstu raðfesting, at geva ein munandi lætta til barnafamiljurnar, at økja um vinnuøkini í kommununi og at byrja eina bussleið fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu.
100 mkr. til skúlabygging uttan lán
Býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri at skapa fíggjarligan tryggleika fyri núverandi og komandi borgarar. Tí hava vit sett út í kortið, at gjalda skuld niður og at raðfesta skúlabyggingina ovast.
Vit hava staðið fyri at hækka játtanina til skúlabyggingina úr 70 mió. upp í 100 mió. Hetta er ikki smávegis upphæddir. Samstundis er funnin semja um, at hetta fyrsta byggistigið skal standa liðugt í 2018. Tað vil siga, at vit tey komandi 4 árini skulu gjalda 100 mió. kr. av íløgukarmi kommununnar.
Hetta gera vit uttan at taka lán til endamálið. Hetta er størsta einstaka verkætlan, ið kommunan nakrantíð hevur sett hol á, uttan at tað verður lánifíggjað.
Halda okkum til fíggjarliga veruleikan
Her mugu vit ikki gloyma søguna og tær dýrt keyptu royndir, sum tey, ið hava stýrt kommununi áðrenn vit, hava verið ígjøgnum.
Vit mugu taka við læru av tí, sum fór fram eitt nú í áttati árunum, har sera nógv varð framt – eisini nógv gott – men vit minnast eisini, at avleiðingin av ov lágum skattaprosenti, samstundis sum stórar íløgur vórðu gjørdar, varð at kommunan skyldaði meir enn 3 álíkningar, og landið hækkaði skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu við heili 3,5% og tók kommununa undir umsiting.
Tað verður sagt, at tað er verri at stýra í góðum tíðum enn í ringum, tí í fíggjarliga góðum tíðum er ferðin høg, krøvini nógv og trýstið stórt á tey, sum skulu stýra almennu kassunum.
Hesar veruleikar mugu vit hava í huga í okkara fíggjarpolitikki, so vit ikki fara at halda, at alt ber til fyri at tekkjast veljarum. Heldur skulu vit brúka hóvsemi og umhugsni fyri, hvussu vit tryggja kommununa best fíggjarliga, so vit ikki enda aftur í einari støðu, líknandi henni, nevnd omanfyri.
Realistiskur fíggjarpolitikkur er leiðin
Tað lættasta og populerasta, eitt býráð kann gera her og nú, er at lækka kommunuskattaprosentið og siga “tað gongur nokk”, og so skrúva inntøkumetingarnar í topp í vón um, at tíðirnar gerast betri og betri.
Býráðsminnilutin hevur skotið upp at hækka inntøkumetingarnar. Hetta er ein ómetaliga vandamikil gongd. Hetta er tað, sum fyrr hevur ført kommununa út í fíggjarligar trupulleikar, og tað vilja vit ikki. Boðskapurin, ið vit øll eiga at læra av, er at vit ikki øll skulu lata okkum ríva við.
Býráðslimir hava eina ábyrgd, ikki bert at hugsa um atkvøður í dag, men eisini hvat best er fyri kommununa í framtíðini.
Barnalætti ið munar
Í fjør tóku vit stig til størsta lættan, ið nakrantíð er givin til barnafamiljurnar. Hendan fara vit at útbyggja víðari, so tað verður enn bíligari at hava børn í Klaksvíkar kommunu í 2015.
Frá 1. januar 2015 fær ein familja, við 1 barni í vøggustovu og 2 børnum í barnagarði, ein samlaðan lætta á uml. kr. 18.000,- ella ein mánaðarligan lætta á uml. kr. 1.500,-
Samanbera vit hetta við tað hálva prosentið, sum kommunuskatturin hækkar á nýggjárinum, so kemur ein familja (kona og maður), ið hevur eina samlaða skattainntøku á kr. 600.000, at gjalda íalt kr. 225,- meir um mánaðin.
Tí er tað ikki rætt, at tann lættin, sum vit í býráðsmeirilutanum hava sett út í kortið, nú verður tileinkisgjørdur við at hækka kommunuskattin við einum hálvum prosenti.
Endamálið við barnalættanum er at gera tað liviligari hjá smábarnafamiljum, sum her búgva. Tær koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rásarúm í gerandisdegnum.
Haraftrat fáa smábarnafamiljur, ið skulu flyta heim, møguleikan at velja Klaksvík, av fíggjarligum orsøkum, fram um aðrar kommunur. Hetta vil verða við at skapa fólkavøkstur og eina sunna kommunu.
Klaksvík, 24. november 2014
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Steinbjørn O. Jacobsen
Signhild V. Johannesen
Óluva Klettskarð
Jóhann Lützen
Kristian Eli Zachariasen




