Kunngjørt varð í gjár, at jólatræið í Árnafirði verður tendrað mikukvøldið 3. desember. kl. 18.00 – Signhild V. Johannesen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir og at jólatræið á Norðoyri verður tendrað mikukvøldið 3. desember kl. 19.00 – Jógvan við Keldu, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Í Árnafirði vóru ikki so nógv fólk við til haldið, meðan væl av fólki var á Norðoyri. Eisini kom ein jólamaður á vitjan og heilsaði uppá børnini.
Eisini varð boðið til ein góðan heitan kaffimunn við køkum og karamellum.
Í dag verða trøini í Mikladali og Trøllanesi tendrað og Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.




