Luftin inn yvir Føroyar kemur norðaneftir – beint av leiðunum kring Norðpólin. Talan er um kalda luft, sum gerst óstøðug tá ið hon er komin til Føroya. Í slíkum umstøðum eru ælingar við kava, men eisini kunnu vera heglingsæl og torusláttur.

Tað er enn sama lágtrýst, ið ger um seg við okkara leiðir. Tað vil ikki gevast. Tað er statt á leiðini eystan fyri okkum, og í dag fer tað ætlandi nærri Noregi. Í tí sambandi broytist veðrið í dag frá hvassa vindinum, 13 til 18 m/s, av útnyrðingi til at vera eitt skrið, 20 m/s, av norði. Tað verður ælaveður við kava, heglingi og møguliga torusláttri.
Hitin í dag fer at liggja um 2 til 3 stig.