Hóast tað leingi hevur ljóðað, at Jákup Mikkelsen fór at blíva hjálparvenjari hjá ÍF, so er nú avgjørt, at hetta verður av ongum.
Keldur hjá Norðlýsinum í ÍF vita at siga, at tað verður ikki Jákup Mikkelsen, sum verður hjálparvenjari komandi ár. Jákup takkaði fyri seg sum leikari eftir kappingarárið og samband hevur verið millum ÍF og Jákup, sum er málmansvenjari á A-landsliðnum. Men nú er endaliga avgjørt, at tað verður ikki Jákup, sum kemur at vera hjálparvenjari hjá Aleksandar Jovevic.
ÍF hevur ikki sett nakran hjálparvenjara enn.




