Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bylgju Cup: Seinasta freist er leygarkvøldið

Tíðindaskriv

Hjá U6 liðunum og upp til og við U12 er seinasta freist at melda lið til innandurakapingina leygarkvøldið.

Stóra innandurakappingin, Bylgju Cup, í Klaksvík millum jól og nýggjár hevur góða undirtøku, siga fyrireikararnir.

Hetta er 7. árið á rað, at innandurakappingin er á skránni. Undirtøkan hevur verið góð og er vaksandi fyri hvørt ár. Tilsamans luttaka umleið 600 leikarar hesar dagarnar og samstundis eru nógvir áskoðarar. Í ár vænta fyrireikararnir enn størri undirtøku útfrá góðu undirtøkuni við tilmeldingum higartil.

Fyrireikararnir siga, at tilmeldingin higartil í ár hevur gingið væl og ábendingar eru um, at tað vera nógv lið við í ár. Samstundis verður mint á freistina, har U14, U16 og U18 skulu melda til í seinasta lagi 25. desember kl. 19.00, Vaksin og Sjómenn 26. desember kl. 19.00 og U6, U8, U10 og U12 skuldu melda til í seinasta lagi 27. desember kl. 19.00. Tilmelding á tlf. 295401/228660 ella á blaabylgjan@blaabylgjan.com

Vinningar:

Vaksin

Í ár er høvuðsvinningurin hjá teimum vaksnu eitt gávukort á 1000 kr. frá matstovuni Gepetto í Klaksvík umframt gávukort á 500 kr., sum vinnandi liðið sleppur at velja ímillum frá trimum matstovum ella líknandi støðum. Somuleiðis eru gávukort á 500 kr. til nummar 2 og 3, har nummar 2 sleppur at velja millum tvey ymisk.

Nummar 1: Gávukort á tilsamans 1500 kr.

Nummar 2: Gávukort á 500 kr.

Nummar 3: Gávukort á 500 kr.

Sjómenn

Hjá Sjómonnum er høvuðsvinningurin gávukort á 2000 kr. frá Gepetto, meðan nummar 2 fær eitt gávukort á 1000 kr. frá Café Fríðu.

Nummar 1: Gávukort á 2000 kr.

Nummar 2: Gávukort á 1000 kr. 


U18

Hjá U18 kann nevnast, at umframt heiðursmerkir og sjálvan heiðurin, so er eitt gávukort á 400 kr. frá Pizza67 eisini til vinnandi liðið.

Sí alt um kappingina á www.blaabylgjan.com