Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt sáttmál við danskt felag.
Tað er heimasíðan hjá Vejle sum ber boðini um, at Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið í næstbestu donsku deildini.
– Jóan Símun er ein leikari, sum kann spæla á nógvum ymiskum plássum og sum hevur altjóða royndir. Hann er í sínum bestu árum og eg kenni hann frá einum stuttum tíðarskeiði í FC Fredericia, sigur ítróttarstjórin í Vejle, Steen Thychosen m.a. við heimasíðuna hjá Vejle.
Jóan Símun spældi í 2014 við AB og HB í Effodeildini.




