Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein forkunnug landbúnaðarráðstevna

Danial Viðoy

Í fjør eydnaðist landbúnaðarráðstevnan so mikið væl, at avgjørt var at endurtaka stevnuna. 24. januar verður landbúnaðarráðstevna í Ósaskúlanum í Klaksvík.

Í fjør eydnaðist landbúnaðarráðstevnan so mikið væl, at avgjørt var at endurtaka stevnuna. 24. januar verður landbúnaðarráðstevna í Ósaskúlanum í Klaksvík.

Í fjør var fokus sett á landbúnað í Føroyum. Í ár fer ráðstevnan serliga at leggja dent á ætlanir um einskiljing av landsjørðini og um seyðahald, ferðavinnu og annars tað, sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum.

Eins og í fjør endar ráðstevnan við einum pallborðsfundi, har allir politisku flokkarnir eru umboðaðir.

Nógv verður á skránni hendan dagin. Eitt nú fer Leif Sørensen at hava framløgu um gastronomi og landbúnað. Skráin kann síggjast HER.

Meira kunning um landbúnaðarráðstevnuna er at finna á www.bunadarstevna.fo

Harleyfacadeacryl