Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danski Fólkaflokkurin í góðari støðu

Danial Viðoy

Danmark: Danski Javnaðarflokkurin og Vinstri hava verið kappingarneytar á hvør sínum veingi nú í eina tíð. Men nú sær út til at Danski Fólkaflokkurin møguliga kann fara at sníkja seg fram við báðum flokkunum.

Danmark: Danski Javnaðarflokkurin og Vinstri hava verið kappingarneytar á hvør sínum veingi nú í eina tíð. Men nú sær út til at Danski Fólkaflokkurin møguliga kann fara at sníkja seg fram við báðum flokkunum.

Á danska politiska leikpallinum er eitt komandi Fólkatingsval í eygsjón. Hetta ávirkar sjálvsagt politiska arbeiðið og nógvar gitingar eru frammi um, hvør næsti forsætisráðharrin verður. Hetta tykist vera stóra evni, serliga hjá Vinstra við Lars Løkke Rasmussen á odda og mótstøðupartinum, Danska Javnaðarflokkinum við Helle Thorning á odda.

Men í nógvum av seinastu veljarakanningunum hevur Danski Fólkaflokkurin gingið sera nógv fram og undan jólum hevði Danski Fólkaflokkurin vunnið valið, um val var tá, sambært veljarakanning.

LES EISINI: DANSKI FÓLKAFLOKKURIN STØRSTI FLOKKUR Í DANMARK

Tað, at hinir báðir stóru flokkarnir keglast um, hvør er best egnaður at hava forsætisráðharra, setir Danska Fólkaflokkin í eina góða støðu. Flokkurin fær frið at reka valstríð og vísa á nationalistiska leiðina, ið er vørumerki hjá flokkinum. Fyri tíðina sær út til, at hetta fiskar nógvar atkvøður.

Hetta hevur Helle Thorning eisini lagt til merkis og legði dent á ”veruliga” danskaran í nýggjársrøðuni: ”Det Danmark du kender”.

Í meðan Vinstri og Danski Javnaðarflokkurin stríðast um, hvørt Helle ella Lars eru góð til forsætisráðharrasessin, vísir Danski Fólkaflokkurin á danskaran og vandan við fleiri flóttafólkum, ið er nógv uppi í tíðina í hesum døgum.

Enn er eitt sindur óvist, um rumblið í Fraklandi og nógva umtalan við ov nógvum flóttafólkum í Danmark, kemur at ávirka komandi Fólkatingsval. – Sum nú er, sær út til at hetta kemur at gagna Danska Fólkaflokkinum.

Kelda: Information