Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru føroyingar í veruleikanum rasistar

John William Joensen

Rasisma er sambært føroysku orðabókini ”…tann hugsan at ávís fólkasløg eru betri (mætari, fremri, sterkari o.s.fr.) enn ávís onnur…”. Rasisma er við øðrum orðum rættvísgering av at tað er í lagið at gera mun á fólki og einkultpersónum ella bólkum vegna teirra húðarlit, tjóðskap ella etniskan uppruna. Tað kann verða trupult í dagligdegnum at fáa eygað á rasismu men eftir hendingarnar í París har tríggir heilavaskaðir yvirgangsmenn, sum í hesum føri høvdu muslimska trúgv og myrkan húðalit, framdu terror….. er óhugnaligt at uppliva hvussu føroyingar baði í almenna og í privata rúminum skera øll við muslimskari trúgv yvir ein kamb.

Rasisma er sambært føroysku orðabókini ”…tann hugsan at ávís fólkasløg eru betri (mætari, fremri, sterkari o.s.fr.) enn ávís onnur…”.

Rasisma er við øðrum orðum rættvísgering av at tað er í lagið at gera mun á fólki og einkultpersónum ella bólkum vegna teirra húðarlit, tjóðskap ella etniskan uppruna. Tað kann verða trupult í dagligdegnum at fáa eygað á rasismu men eftir hendingarnar í París har tríggir heilavaskaðir yvirgangsmenn, sum í hesum føri høvdu muslimska trúgv og myrkan húðalit, framdu terror….. er óhugnaligt at uppliva hvussu føroyingar baði í almenna og í privata rúminum skera øll við muslimskari trúgv yvir ein kamb.

Eftir at løgmaður í nýggjárstaluni boðaði frá at Føroyar eiga at vísa størri ábyrgd og eftir førimuni eisini geva pláss fyri at einstakar neyðstaddar familjur ið flýggja undan kríggið í heimlandinum íframtíðini kunnu finna friðskjól heima í Føroyum, er næstan einki mark fyri rasistiskum viðmerkingum og útsøgnum í sosialu miðlunum, politiska orðaskiftinum og ikki minst í talu millum mannað:

….vit skulu ikki taka trupulleikarnar til Føroya….

….hesi fólk súgva landið fyri pening…

….. tey eggja til ófrið millum aðrar av teirra líkum….eru móti yvirvøldini….

At omanfyri nevndu útsagnir skulu lýsa flóttafólk sigur nógv um hvat býr í teimum sum hava slíka hugsan.

Í norskari orðabók stendur m.a. ……. Det moderne rasismebegrepet, ofte kalt nyrasisme, inkluderer andre egenskaper ved mennesker enn rase, som kultur. Da kan rasisme forstås som at noen mennesker med en annen kultur er av mindre verdi enn andre……

At síggja mammur við bróstabørnum, bjarga sær umborð á amerikanskar tyrlur, vitandi um at var talan um føroyskan tyrluskipara, so var eingin bjarging fyri hesi fólkini tí tey eru ikki av kristnari trúgv… átti at fingið prestar og prædikumenn upp úr stólunum sunnudag….. men kanska eru føroyingar bara rasistar ….

Og meiri eg hugsið um hetta minnist eg ikki meg hava hoyrt nakran prædikumann ella prest tosað um evni.