Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stak vánalig koyrilíkindi

Tíðindaskriv

VEÐRIÐ: Serliga norðanfyri og vestanfyri eru stak vánalig koyrilíkindi. Vestmannavegurin er í løtuni stongdur, og við Norðskálatunnilin og á Hálsi í Sandavági standa nógvir bilar fastir, eins og einstakir bilar hava rent seg fastar aðrastaðni í landinum eisini.

Í løtuni er óráðiligt at koyra nógvastaðni í landinum, tí líkindini eru av teimum ringastu. Vestmannavegurin er stongdur, tí óráðiligt er at koyra tann vegin í løtuni.

Nógvir bilar standa fastir, og serliga ringt er tað við Norðskálatunnilin og á Hálsi í Sandavági. Eisini um Gøtueiði og á Kambsdali eru stak vánalig koyrilíkindi.

Sunnanfyri hevur verið heldur frægari føri, men tað versnar so spakuliga um alt landið, upplýsir Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki.

Myndirnar hevur Jónstein Petersen, maskinførari á Landsverki, tikið eystarumegin Norskálatunnilin umleið kl. 13.30 í dag.