Flestu bátarnir royna antin norðanfyri ella eystanfyri í kvøld.
Nú er veðrið betri og bæði línubátar og trolarar eru farnir at fiska aftur.
Kvikk fór til fiskiskap fyrr í vikuni, men mátti inn á Kalsoyarfjørð at kroka í gjár. Sunnanfyri Borðoynna hava fleiri av trolarunum ligið og kroka, men nú eru allir farnir at fiska aftur. Havbúgvin, Stabin og Jákup B royna norðanfyri, meðan Kvikk roynir eystanfyri í løtuni. Flestu upsatrolararnir royna eisini eystanfyri. Norðsøki er einasti útróðrarbátur í Norðoyggjum, sum er farin til útróðrar í dag. Hann roynir sunnanfyri Svinoynna.
Rætting 17. januar kl. 13.15: : Norðsøki er ikki einasti útróðrarbátur, sum var úti í nátt. Væntandi frætta vit meir um, hvat bátarnir høvdu seinni í dag.




