Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takk til starvsfólkið á Hotel Tórshavn

Andrias Joensen

Eftir at hava verið hjá serlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fingu eg og dóttirin at vita, at hon bleiv send á ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar, og eg fylgdi við sum fylgjari, hettar var fyri jól. Nakað seinni kom bræv, har vit vóru sett at møta á Ríkissjúkarhúsinum um morgunin tann 15 01 2015. Av tí at eg ikki hevði roynt rolluna sum fylgjari fyrr, fór eg út á KL. Sjúkrahús og tosaði við ein vegleiðara um ferðina, og eg fekk góða veleiðing.

Eftir at hava verið hjá serlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fingu eg og dóttirin at vita, at hon bleiv send á ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar, og eg fylgdi við sum fylgjari, hettar var fyri jól. Nakað seinni kom bræv, har vit vóru sett at møta á Ríkissjúkarhúsinum um morgunin tann 15 01 2015. Av tí at eg ikki hevði roynt rolluna sum fylgjari fyrr, fór eg út á KL. Sjúkrahús og tosaði við ein vegleiðara um ferðina, og eg fekk góða veleiðing.

Vit fóru úr Vágum um 3 tíðina tann 15 01 og lendu í Keypmanna Havn 2 tímar seinni. Og so av flogvøllinum til Hotel Tórshavn.

Eg vendi nú aftur til orðini óblíð og óynskt. Vit vóru millum 10 og 15 fólk sum komu á Hotel Tórshavn um nátturðatíð hettar kvøldið. Tey fyrstu orðini sum daman í móttøkuni møtti okkum við vóru ”Hjartaliga vælkomin øll somul, tit mugu vera svong, farið og fáið tykkum nátturða fyrst, og so koma tit at práta við meg ein og ein. Eftir at nátturðin var etin, byrjaði daman at tosa við okkum nýkomnu, og tá ið túrurin kom til dóttrina og meg sigur daman, tit bæði koma ikki at sova her á hotellinum í nátt tí øll rúmini eru upptikin, eg havi leiga tykkum inn á tað grønlandska sjúklingahotellið sum er við síðuna av okkara hotelli, og eg komi at fylgja tykkum yvir. Tá ið tit hava sett viðførið á kamarið hjá tykkum koma tit yviraftur til okkum til ein drekkamun aðrenn songartíð. Í morgin tá ið tit vakna koma tit beint yvir til okkum og fáa eitt rúm her á hotellinum, og so varð. Soleiðis var tann hølistrupuleikin loystur, vit upplivdu tað ikki sum ein trupuleika.
Tá ið vit komu aftur á Hotel Tórshavn um morgunin, blivu vit møtt við orðinum.”Góðan morgum, hvussu hava tit sovið ” ?

Vit føldu okkum vælkomnan, og tað bleiv tikin hond um okkum.

Aðrenn vit bæði fóru út á Ríkissjúkrahúsið, blivu vit bæði spurd, um vit høvdu verið har fyrr. Nei tað høvdu vit ikki, síðani ringdi hon til Elenoru, eina føroyska damu sum arbeiðir á Ríkissjúkrahúsinum, hendan segði okkum hvar vit skuldu venda okkum til. Tá ið vit komu aftur á Hotellið 3 tímar seinni, segði eg við damuna í móttøkuni, at vit vóru liðug og høvdu opnan ferðaseðil, hon bjóðaði seg til at bíleggja ferðaseðilin fyri okkum, eina løtu seinni segði hon okkum, at einki flogsamband var í dag orsaka av kavaódn heima í Føroyum. Men vit vóru sett til at flúgva kvøldið eftir kl.19:00. Og so var bara at bíða til dagin eftir. Og tá eydnaðist at flúgva heim.

Skuldi eg sett fingurin á nakað, var tað upplýsingin í lufthavnini viðvíkjandi føroyaflogfarðinum, á elektroniska skerminum stóð. “Atlantic airways rc 459 cansled” ein dáma spurdi síðani um føroyaflogfarið, men tey vistu ikki meir enn tað sum stóð á skerminum. Síðani bleiv ringt til Atlantic, har fingu vit at vita hvar vit skuldu tjekka inn, tað vísti seg at vit vóru í skeivum terminali.

Eg vil lýsa okkara uppliving á Hotel Tórshavn soleiðis: Sera fyrikomandi, blíð, og hjálpsom starvfólk og góður vælsmakkandi matur. Til tykkum starvsfólk á Hotel Tórshavn, stóra tøkk fyri uppihaldið !

Andrias Joensen
Klaksvík”