Leygardagin vera nógvir venjingardystir á skránni, nú fyrireikingarnar til komandi fótbóltsár av álvara eru farnar í gongd.
KÍ og ÍF møtast í Klaksvík. Dysturin byrjar kl. 13.00. Talan er um fyrsta dystin hjá ÍF, sum hevur havt stóra útskifting í sínum hópi í vetur. Adeshina Lawal, Andy Olsen, André Olsen, Sjúrður Jacobsen og Pedrag Markovic eru komnir inn, meðan Jákup Mikkelsen, Bogi R. Petersen, Heri Nesá, Bogi Løkin, Karl Løkin og Jógvan Isaksen ikki eru partur av ÍF liðnum meir.
Eisini onnur lið spæla venjingardystir leygardagin. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hesar:
Kl. 11.00: AB-EB/Streymur
Kl. 11.00: HB-NSÍ
Kl. 12.30: B36-FC Suðuroy
Kl. 13.00: KÍ-ÍF
Kl. 13.30: B68-TB
Kl. 16.00: KÍ (1.deild)-Skála
Norðlýsið hevur væntandi øll úrslitini og málskjúttar seinni.




