Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerð tikin um Justice John

Jákup Ósá

Mikkjal K. Thomassen sigur, at KÍ hevur tikið avgerð um framtíðina hjá vonginum, sum seinastu tíðina hevur royndarvant í KÍ.

Mikkjal K. Thomassen sigur, at KÍ hevur tikið avgerð um framtíðina hjá vonginum.

Justice John royndarvandi í KÍ í eina góða viku og fekk tveir venjingardystir við. Nú er avgerð tikin um hansara framtíð í KÍ, staðfestir KÍ venjarin.

– Eg havi boðað honum frá, at vit gera ikki nakran sáttmála, sigur Mikkjal K. Thomassen.

Hvat KÍ nú ger ella um felagið fær meira styrk kann ein lesa um í Norðlýsinum fríggjadagin.