Týskvøldið var venjingardystur við Margáir millum EB/Streym og AB.
Týskvøldið var venjingardystur við Margáir millum EB/Streym og AB.
AB vann dystin 3-1. Málini hjá AB skoraðu Jógvan Skeel Nolsøe(2) og Jónas Stenberg. Málið hjá EB/Streymi skoraði Jóhannes Hansen.
AB royndi 3-5-2 leikskipanina
Fleiri lið úti í heimi eru farin yvir til at spæla við trimum í verjuni. Hetta hava vit ikki sæð nógv í Føroyum, men AB royndi 3-5-2 leikskipanina av í dystinum í gjár móti EB/Streymi.
AB: Heðin Stenberg – Gert Drangastein, Teitur Jóannessarson, Sørin Samuelsen – Jónas Stenberg, Bárður Olsen, Jobin Drangastein, Magnus Egilsson, Álvur Christiansen – Nikolaj Eriksen, Jógvan Skeel Nolsøe. Teir sum komu inn hjá AB vóru: Martin Midjord, Dan í Soylu, Tóki á Lofti, Sandri Færø og Niklas Thomsen(Málverji til royndarvenjing) inn.
EB/Streymur: Símun Jóhan Wolles – Ragnar B. Danielsen, Brian Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen – Rói Olsen, Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam – Jens Michael Jensen, Leif Niclasen, Jan á Høgaryggi. Teir sum komu inn hjá EB/Streymi vóru: Jákup Højgaard, Eyðstein Zachariassen, Hanus Olsen, Tonny Kruse, Tóki Johannesen, Andras Olsen og Jónstein Magnussen.




