Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Tað stendur nógv á Kópakonuni

Norðlýsið

Klæmint Østerø sum saman við Prepen Hansen, var við til at gera útrokningar til styrkina á Kópakonuni sigur at sum støðan er júst nú er kópakonan undir ógvusligum trýsti sum svarar til 90% av tí sum hon er bygd til at tola.

Ættin er av landnyrðingi norði og útrokningarnar vísa at ringasta ættin er millum 30-35 gradir norðan og aldumátari norðanfyri hevur mált aldu sum var 11 metrar. Í løtuni liggja tær um 10 metur.

Umrokna merkir hetta at trýsti á kópakonuna er upp til 22 tons hvørjaferð ein alda rakar.

Hon er bygd til at standa ímóti aldum sum eru 15 metur, so tú kanst ætlað at hon er undir trýsti.

Men tað eru nógvir faktorar og tað skal bara ein miseydnað sveising til sum undir slíkum umstøðum kann útviklað seg til eitt havarí.

Tá veðrið loyvir tí faravit á staði at meta um, men tað er ikki sørt at tað merkist í búkinum tá man sær myndirnar har bláur sjógvur herjar beint á kópakonuna, sigur Klæmint Østerø.

Harleywoodpaint