Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlaða viðbótin til pensjónistar verður nú útsett

John William Joensen

Almannaráðið boðar nú frá at ætlanin um at hækkað viðbótina til pensjónistar verður nú útsett fyri at spara pengar.

Almannaráðið boðar nú frá at ætlanin um at hækkað viðbótina til pensjónistar verður nú útsett fyri at spara pengar.

Í Fíggjarlógini fyri 2015 hevur Løgtingið lagt upp fyri at hækka viðbótina til fólkapensjón frá 1. juli 2015 og settar eru 10 mió. kr. av til endamálið. Um uppskotið skal hava virknað frá útgjaldinum fyri juli mánað 2015 (sum verður goldið seinast í juni, tí pensjón verður goldin forút), tvs at talan verður um 7 mánaðir, so verður mett, at uppskotið kostar umleið 13,7 mió. kr., sum er hægri upphædd enn sett er av til endamálið, skrivar landsstýriskvinnan í hoyringsskrivið.

Sí niðanfyri

28. januar 2015 Mál: 15/00095-1 Viðgjørt: Poula Lervig
INNANHÝSIS

(Uppskot til)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning í almannaveitingum

(Hækkan av viðbót til fólkapensjón)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 5. desember 2014 verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 3, nr. 1, 6. rað um viðbót til fólkapensjón – støk verður “39.252,00” broytt til “43.452,00”.

2. Í § 3, nr. 1, 7. rað um viðbót til fólkapensjón – gift hvør verður “30.372,00” broytt til “34.572,00”.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við september 2015.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Henda broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum hevur til endamáls at hækka viðbótina til pensjónistar.

Í langa tíð hava m.a. Landsfelag Pensjónista víst á, at veitingarnar til fólkapensjónistar eru ov lágar. Tað er eitt greitt politiskt ynski um at bøta um fíggjarligu korini hjá tí partinum av fólkapensjónistum, ið einans hava fólkapenjónina at liva av. Hetta verður gjørt við at hækka viðbótina til fólkapensjón fyri stakar og giftar pensjónistar við kr. 350 mánaðarliga (kr. 4.200 árliga).

Í Fíggjarlógini fyri 2015 hevur Løgtingið lagt upp fyri at hækka viðbótina til fólkapensjón frá 1. juli 2015 og settar eru 10 mió. kr. av til endamálið. Um uppskotið skal hava virknað frá útgjaldinum fyri juli mánað 2015 (sum verður goldið seinast í juni, tí pensjón verður goldin forút), tvs at talan verður um 7 mánaðir, so verður mett, at uppskotið kostar umleið 13,7 mió. kr., sum er hægri upphædd enn sett er av til endamálið.

Lógaruppskotið leggur tí upp til at hækka í viðbótini í 5 mánaðir, tvs at viðbótin fær virknað frá 1. september (fyrsta útgjaldið kemur í august). Mettar útreiðslur eru 9,3 mió. kr. í 2015 og 23,1 mió. kr. tilsamans í 2016.

Viðbót til fólkapensjón er skattskyldug inntøka, og tí kemur hækkingin at viðføra eina meirinntøku í lands- og kommunuskatti. Fyri 2015 er talan um eina meirinntøku á áleið 1,7 mió. kr. í landsskatti og 1,8 mió. kr. í kommunuskatti, og í 2016 ein meirinntøka á áleið 4 mió. kr. í landsskatti og 4,2 mió. kr. í kommunuskatti.

Ummæli:

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá:

Landsfelag Pensjónista

Fíggjarmálaráðnum

Kommunufelagnum

Sosialráðgevarafelagnum

Almannaverkinum


Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Mett verður, at fíggjarliga avleiðingin av uppskotinum fyri landskassan í 2015 verður 9,3 mió. kr. Samstundis fær landið eina meirinntøku í landsskatti á áleið 1,7 mió. kr.

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

Uppskotið hevur við sær eina meirinntøku í kommunuskatti á áleið 1,8 mió. kr. í 2015.

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið hevur ikki við sær umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri umhvørvið.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur við sær, at fólkapensjónistar fáa eina hægri viðbót frá og við 2015.

Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar.

Fyri landið/lands-myndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarliga/búskaparliga avleiðingar Ja Ja Nei Ja Nei
Umsitingarliga avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar Ja

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:

Lógarbroytingin hevur við sær, at viðbótin til fólkapensjón sambært hesi lóg fyri stakar pensjónistar verður hækkað úr kr. 39.252,00 til kr. 43.452,00 árliga og fyri giftar pensjónistar úr kr. 30.372,00 til 34.572,00 árliga. Fyri stakar og giftar pensjónistar merkir hetta, at viðbótin hækkar við kr. 350 mánaðarliga.

Broytingin hevur virknað frá og við útgjaldingum av veitingum fyri september mánaða 2015.

Til § 2:

Gildiskomuregla.

Almannamálaráðið, xx januar 2015

Annika Olsen

Landsstýriskvinna

Eyðun Mohr Hansen