Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsumálaráðið hevur aftur kálvað ein kripil

Jákup Petersen, yvirlækni

Heilsumálaráðið hevur lagt upp eina skipan innan sjúkrahúsverkið sum hevur forkomið allari sjúklingatryggd innan kanning og viðgerð í Føroyum. Fyri nógvum árum síðani gavst Heilsumálaráðið at taka metingar, ráð og áheitanir frá Sundhedsstyrelsen. Frá at hava verið spurd við atlitið at fáa óheft fakligt eftirliti og ráðgeving innan kanning og viðgerð í Føroyum sat Sundhedsstyrelsen bert eftir eftir við autorisatiónum og kærumálum. Harvið hvarv tann tryggdin sum sjúklingar eiga at hava til sjúkrahúsverkið.

Heilsumálaráðið hevur lagt upp eina skipan innan sjúkrahúsverkið sum hevur forkomið allari sjúklingatryggd innan kanning og viðgerð í Føroyum.

Fyri nógvum árum síðani gavst Heilsumálaráðið at taka metingar, ráð og áheitanir frá Sundhedsstyrelsen. Frá at hava verið spurd við atlitið at fáa óheft fakligt eftirliti og ráðgeving innan kanning og viðgerð í Føroyum sat Sundhedsstyrelsen bert eftir eftir við autorisatiónum og kærumálum. Harvið hvarv tann tryggdin sum sjúklingar eiga at hava til sjúkrahúsverkið.

Sjúkrahúsini eru ikki longur góðkend sum sjúkrahús, deildirnar ikki góðkendar til viðgerð av sjúklingum. Ongin óheft faklig kanning, meting og tilmæli frá Sundhedsstyrelsen verða longur fylgd í Føroyum.

Tá hetta var klárt gjørdist opið fyri politikarum og yvirlæknum at skipa verkið sum tað passaði teimum persónliga og hurðin gloppaðist eisini fyri vinartænastur og neputismu.

Og harvið varð eisini borgarins tryggd fokin. Fakligar nevndir og mynduleikar under Sundhedsstyrelsen eru evsta tryggd hjá sjúklinginum og hava óbrotið vald í Danmark fyri at tryggja sjúklingin. Men í Føroyum verða tey ikki spurd.

Nú var tað upp til Landsstýrismannin í Heilsumálaraðnum (sum sjálvandi hevur áhuga í at verða afturvaldur) og ávísar karismatiskar yvirlæknar (har løn, vald, tól, serrættindi o.t. lá fremst í huganum) at skipa virksemið.

Seinasta tilgongdin undir hesi skipan kemur nú í brævi frá Heilsumálaráðnum til sjúkrahúsleiðslurnar dagfest 5. febr. 2015 undir heitinum: “Viðvíkjandi skipan av urologi í Føroyum”

Skrivið inniheldur m.a. hetta:

“Í fjør varð lagt fram eitt tilmæli frá styrisbólkinum fyri krabbameinsøkið um urologi í Føroyum fyri landsstýrismannin. Mælt var til, at ein urologisk onkologi í Føroyum, t.e. útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og kontroll av sjúklingum, ið hava krabbamein í landrás, frameftir verður bygd á eina skipan, har hetta er galdandi:

At allir sjúklingar í Føroyum við urologiskari onkologi verða visiteraðir umvegis ein visiterandi yvirlækna, fyri at tryggja eina so javna góðsku sum gjørligt og fyri at økja um tryggleikan hjá sjúklingunum.

At visiterandi yvirlæknin við føroyska sjúkrahúsverkið er ein §14-búgvin urologur sum hevur serútbúgving og drúgvar royndir innan urologiska onkologi.

At so nógv sum møguligt av læknaliga arbeiðinum verður gørt í Føroyum viðvíkjandi útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkanning. Hetta er treytað av, at góðskan er á einshøgum støði sum í okkara grannalondum.

At visiternadi yvirlæknin luttekur á einari tvørfakligari konferansu, sum er skipað aðruhvørja viku á Landssjúkrahúsinum.

At talan verður um eina royndarskipan, sum skal eftirmetast eitt ár eftir, at hon er sett í verk.

At Jóhan Poulsen, serlækni i urologi verður settur skjótast gjørligt sum visiterandi yvirlækni til at røkja uppgávuna í royndartíðini, sum verður 2 år. Neyðugt er ikki við vanligari fastari setan, men neyðugt verður at gera neyðuga setanaravtalu Við Jóhan Poulsen. Hansara uppgáva verður at samskipa virksemið, t.v.s. gera avtalur við aðrar serlæknar, tilmæla, hvat skal viðgerast innanlands/uttanlands, hava fakliga ábyrgd av sergreinini, og í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið teimum trimum sjúkrahúsunum. Skipanin skal setast í verk innanfyri verandi figgjarkarmar.

At skipanin verður stigvíst bygd upp har allir urologiskir sjúklingar verða visiteraðir umvegis visiterandi yvirlæknan, sum verður staðsettur á Landssjúkrahúsinum, har eisini tær størri skurðviðgerðirnar verða framdar. Eisini verður urologiska ambulatoriið við serlækna å LS.

At undankanning (prævisit) av øllum urologiskum sjúklingum verður gjørd á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Harumframt verður vigerð fyri nyrastein framd í Klaksvik í sambandi við, at sjúkrahúsið hevur tikið ein nyrasteinsknúsara í brúk.

Í sambandi við staðseting av virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum, skulu teir fakligu førleikar, sum eru á økinum, gangnytast – Herundir skal tryggjast, at eisini nøktandi virksemi verður innan urologiska økið á Suðuroya Sjúkrahúisi.

At visiterandi yvirlæknin luttekur á einari tvørfakligari konferansu, sum er skipað aðruhvørja viku á Landssjúkrahúsinum.

At talan verður um eina 2 ára royndarskipan, sum í fyrsta umfari skal eftirmetast eitt ár eftir, at hon er sett í verk.

Uppgávan hjá ábyrgdarhavandi yvirlæknanum verður i fyrstu syftu at samskipa virksemið, t.v.s. gera avtalur við aðrar serlæknar, tilmæla hvat skal viðgerast innanlands/uttanlands og í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.”

Alt skrivið er merkt av einari avtalu millum ein yvirlækna (sum so løgið tað enn ljóðar eisini verður nevndur í skrivinum) og landsstýrismannin. Her eru ongi smálig atlit tikin til, at verja sjúklingin.

Ongar óheftar fakligar metingar av um hvat av virkseminum tryggt kann fara fram í Føroyum, ongar óheftar fakligar metingar av um tað møguliga var best at savna urologiina á einum staði, ongar óheftar fakligar kanningar hvørjum sjúkrahúsi tað so skuldið verið á o.s.fr.

Skrivið dittar seg eisini at koma við orðingini: Hetta er treytað av, at góðskan er á einshøgum støði sum í okkara grannalondum.

Men støðið er als ikki sum í okkara grannalondum. Um hetta fór fram í okkara granalondum so skuldið fyrst verða søkt til Socialstyrelsen, Helsedirektoratet, Sundhedsstyrelsen ella líknandi óheftur fakligur stovnur/mynduleiki fyri í heila tikið, at fáa loyvi at fremja tílíka kanning og viðgerð.

Harafturat skuldu óheftir stovnar og mynduleikar undir t.d. Sundhedsstyrelsen kanna, vegleiða, ráðgeva og gera tilmæli til hvussu farast skal fram. Onki av hesum er gjørt og er støðið tí als ikki sum í okkara grannalondum.

Sum hvørja ferð vit hava hendan greytin av politikarum/læknum sum stinga høvdini saman uttan óheft fakligt innlit so endar tað við at spjaða virksemið út á øll 3 sjúkrahúsini.

Og seinasta tilgongdin er onki undantak. Skurðviðgerðir og ambulatorium skal liggja á LS. Sjúklingar sum verða ávístir til urolog í Klaksvík kunnu ikki rokna við at møta urologi men harafturímóti øðrum starvsfólki og fáa høvi at pissa í eina trakt. Og til Suðuroyar at gerða hvat???

Tað kann verða áhugavert at vita, at meðan heilsumálaráðharrin og yvirlækni hava sitið á sínum huldufundum í Heilsumálaráðnum uttan nakað óheft fakligt eftirlit og lagt saman ráð um hvussu urologisk krabbameins viðgerð skal fara fram í Føroyum, so hevur einasti setti urologur í Føroyum als ikki verið spurdur.

Hesin urologur er føroyingur í føstum starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hevur serkunnleika innan urologiskt krabbameins kanning og viðgerð. Og tað var júst hetta sum skuldið viðgerðast ella hvat?

Klaksvík 9. februar 2015

Vinarliga:

Jákup Petersen, yvirlækni