Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein depil í Norðurøkinum

Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvík

Í hesum døgum arbeiðir landsstýrismaðurin í mentamálumvið nýggjari depilslóg, lóg um skipan av miðnámsskúlaøkinum í deplar. Men hvussu kemur økið okkara at síggja út?

Útbyggingar og ætlanir

Í Tórshavn verður veldiga stórur miðnámsskúli bygdur, og teir tríggir skúlarnir verða ein, Handilsskúlin, Tekniski skúli og Studentaskúlin. Hetta verður ein ovurstórur depil, ið ætlast eina leiðslu. Harumframt ætlast Miðnámsskúlin í Suðuroy og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna eisini fara at hoyra til henda stóra depilin.

Klaksvíkingar og skúlafólk, ungdómar og politikarar her í okkara øki eru spent at vita, hvussu verða skal við miðnámsøkinum í Klaksvík og norðurøkinum sum heild. Á Kambsdali verða Handilsskúlin og Studentaskúlin lagdir saman til ein skúla, her verður bygt afturat, so skúlin kann hýsa næmingum og lærarum, sum ganga har og halda til í øðrum hølum.

Skal Tekniski skúli í Klaksvík hoyra til henda depilin eisini, ella skal verða ein sjálvstøðugur depil?

Ein styrktur Tekniski skúli í einum depli

Verandi Tekniski skúli, sum eisini verður bygdur út í hesum døgum, er og hevur verið ein framúr væl gjørdur og rikin tekniskur skúli, fyrst og fremst vinnulívi, handverkarum og handverki til mikið gagns. Styrkin hjá skúlanum eru verkstøðini, sum sjálvandi framhaldandi eiga at halda til á skúlanum. Seinastu árini er skúlin útbygdur við eini studentaskúlalinju, sokallaðari HT –støddfrøðiligt og tøkniligt miðnám. Og eftir ætlan skal HF- skúlin halda til á skúlanum frá sumri 2015.

Fyri økið og Klaksvík hevði verið skilagott at styrkt skúlan á miðnámskúlaøkinum. Eftir nýggju miðnámsskúlaskipanini er fyrst og fremst talan um breytir, heldur enn skúlar. HF eitur nú Hægri Fyrireikingarbreyt, tekniskur studentur (HT) eitur Tøknibreyt og student á fiskivinnuskúlaskipanini eitur nú Tilfeingisbreyt. Í prinsippinum kunnu allir skúlar nú bjóða breytir út, teimum lystir og hóvar. Tekniski skúlin í Klaksvík kann tí bjóða tøknibreyt út, sum hann plagar, men harumframt kann hann eisini bjóða fiskivinnubreyt út, ella tilfeingisbreyt, sum tað eitur.

Sjálv haldi eg, tað er grundarlag fyri tilfeingisbreytí sterka vinnuøkinum, sum Norðoyggjar eru. Tekniski skúlin hevur fyrimun at vera nær handverksvinnuni og framleiðsluvinnuni. Fortreytin fyri útbjóðingum er næmingatal, fígging og lærarakreftir. Fíggingina fær skúlin eftir umsøkjaratalinum, og við at bjóða nýggjar, spennandi og hóskiligar breytir út, so verður umsøkjaratalið hareftir. Lærarakreftirnar savnaðar í einum depli gevur møguleikar fyri, at til ber at bjóða ymsar breytir út, og lærararnir kunnu undirvísa, har teir ynskja, hóska ella har tørvur er.

Ein depil flest fyrimunir

Umframt at fáa fleiri góð miðnámsskúlatilboð í Klaksvík og Norðurøkinum við einum depli, so er eisini møguligt at skipa samlestur, so mest fæst burturúr. Tekniski skúli í Klaksvík hevur bestu alisfrøðistovuna norðan fyri Hórisgøtu. Og væl ber til at samskipa partar av miðnámslestri fyri allar deildirnar á hesum skúlanum, soleiðis sum tørvur er á náttúru- og tøknibreyt. Lærararnir fara at trívast í eindum, teimum dámar, kunnu undirvísa, har førleikar teirra eru sterkast, og skúlarnir fáa rúmd at bjóða næmingunum nógv fleiri valmøguleikar. Verkstøðini verða framhaldandi ein styrki á skúlanum, og verkafólk og skúlafólk fara at samstarva –ein sonn dygd!

Tí er mítt ynski, at Tekniski skúli í Klaksvík verður partur av einum depli, so alt økið, næmingar og lærarar fáa breidd, rúmd og valmøguleikar at samstarv. Fyri Klaksvík verður hetta ein vinningur, tí vit hava als ikki ráð til at spæla okkum av við miðnámsøkið. Verða vit ikki partur av tilgongdini, so kann skjótt henda, at vit standa eftir við lítlum og ongum møguleikum og tilboðum.

Tað er mín vón fyri skúlaskap og framburð í Klaksvík og norðurøkinum, at myndugleikar, leiðsla og stýri skúlans hugsa stórt, økinum, ungdóminum og skúlaskapi at frama.

Óluva Klettskarð