Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vagn Foldbo: Tað verður avbjóðandi at samansjóða skúlarnar

Danial Viðoy

Vagn Foldbo er settur sum nýggjur skúlastjóri fyri samanløgdu skúlarnar í Klaksvík. Norðlýsið hevur sett honum nakrar viðkomandi spurningar í sambandi við nýggja starvið.

Vagn Foldbo er settur sum nýggjur skúlastjóri fyri samanløgdu skúlarnar í Klaksvík. Norðlýsið hevur sett honum nakrar viðkomandi spurningar í sambandi við nýggja starvið.

Vagn Foldbo sigur, at hann gleðir seg til avbjóðandi uppgávuna. Ein samanlegging av tveimum skúlum hendir ikki eftir einari nátt; tað er ein tilgongd, og mín uppgáva verður at leiða hesa tilgongdina, sigur Vagn Foldbo m.a.

Hví valdi tú at søkja?

Eg hevði ikki hugsað um møguleikan, fyrr enn eg sá starvslýsingina í desember. Hugsaði bara, at tey fóru at finna eina loysn við verandi leiðarum í Klaksvík. Men tá eg so las lýsingina, helt eg tað ljóða sera spennandi. At arbeiða við bygnaði og mentan hevur mín stóra áhuga. Eg hugsaði, at ein tílíkan møguleika mást tú taka, tá ið hann býðst. Tú fært neyvan fleiri slíkar í lívinum. Tí valdi eg at søkja.

Hvør verður størsta avbjóðingin í nýggja starvinum?

Fyrsta uppgávan hjá mær verður at stinga fingurin í jørðina og keypa mær eitt árshald til tunnilin. Eg gleði meg at læra skúlan at kenna og gera mær eina meting av avbjóðingunum. Men eg hugsi mær, at størsta avbjóðingin verður at samansjóða mentanirnar. Skúlarnir hava uttan iva ymiskar mentanir, hóast eg ikki kenni tær enn. Mentanirnar eru ankraðar í grundleggjandi virðum, og tí er tað ikki nakað tú broytir frá degi til dags. Men tað eru eisini fleiri aðrar stórar avbjóðingar, t.d. útbyggingin og tillagingar í bygnaðinum.

Hevur tú longu nú nakrar ítøkiligar hugsanir um, hvussu tú ætlar at samskipa ”gomlu” skúlarnar á bestan hátt?

Sjálvandi havi eg nakrar hugsanir um tað. Men eg haldi tað hava stóran týdning fyrst at lodda dýpið, áðrenn broytingar verða gjørdar. Eg broyti ikki skúlan einsamallur. Eg haldi tað hava stóran týdning, at tey sum varða av skúlanum, eins og tey, sum starvast har, eru við og hava ávirkan á broytingartilgongdina. Samanlagdi skúlin í Klaksvík er ikki mín skúli, men okkara skúli. Mín uppgáva sum skúlastjóri er m.a. at leiða hesa tilgongdina.

Hvat gleðir tú teg allarmest til?

Eg gleði meg til at læra fólkini í og um skúlan at kenna. Hóast eg ongan møguleika havi at kenna øll í einum so stórum skúla, so er tað í samskiftinum vit mennast. Eg kenni norðingar sum sera fryntligt fólk við stórum áræði. Hetta sæst m.a. við teimum stóru árligu afturvendandi tiltøkunum í Klaksvík. Eg gleði meg til at arbeiða saman við hesum fólki.

Tú hevur verið lærari í nøkur ár eftir hondini. Hvat metir tú, er ein góður lærari?

Tað er ikki lætt at geva eina einfalda lýsing av einum góðum lærara. Tað eru so nógvir hættir at vera góður lærari uppá. Um tú spyrt næmingar, kanst tú eisini fáa rættiliga ymisk svar. Men um eg skal geva eitt boð, so vil eg siga, at ein góður lærari er ein, sum brennur fyri sínum arbeiði og hevur góðar relatiónsførleikar. Hetta er ikki nakað antin/ella, tí eingin er fullkomin. Men um ein lærari t.d. brennir fyri sínari lærugrein, smittar hetta yvir á næmingarnar.

Hvør er Vagn Foldbo, ella hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan?

Ofta verður sagt, at sannleikan um teg sjálvan fært tú frá børnum og fullum monnum. Har verður einki ballað inn. Men um eg skal lýsa meg sjálvan, so haldi eg meg vera ein stillan persón við einum munni og tveimum oyrum. Men eg eri eisini miðvísur og vælgerin, og havi ongar trupulleikar at standa fram, tá ið tað er mín uppgáva. Eg eri ikki veitslunnar miðdepil, men havi lætt við at samstarva við fólk. Eg ynski at vera sami persónur, hóast eg havi ymiskar leiklutir, t.d. heima og til arbeiðis.

Í frítíðini eri eg virkin í kristiliga arbeiðinum. Heima havi eg konu og trý børn, sum týða meira fyri meg enn arbeiðið, hóast arbeiðið er týdningarmikið.