Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grand Prix kapping á Kambsdali í vikuskiftinum

John William Joensen

Í vikuskiftinum var fimta Grand Prix badmintonkappingin leikt á Kambsdali, har umleið 180 leikarar dystaðust um heiðursmerkini. Av tí at talan var um seinastu Grand Prix kappingina hetta kappingarárið blivu steyp eisini handaði til tríggjar teir bestu leikararnar í hvørjum bólki. Sum myndirnar vísa luttóku leikarar úr nógvum feløgum í kappingunum.

Havnar Badmintonfelag kundi fegnast um at eiga tríggjar teir bestu vaksnu manligu leikararnar í Grand Prix hetta kappingarárið, tí Benjamin Gunnarstein vann steypið av gull, Aksel Poulsen silvur og Magnus Gaard bronsu. Eisini millum vaksnu kvinnurnar var HBF væl umboða, tí har vann Rannvá D. Carlsson (HBF) gull, Gunnvá Jacobsen (HBF) silvur og Sólfríð Hjørleifsdóttir (VÍF) bronsu steyp.

Áðrenn kappingina var spenningur um, hvørt Benjamin ella Aksel fóru at strúka avstað við gullinum hjá monnum. Finalan bleiv trý settari, men Benjamin vann greitt 21-10, 17-21 og 21-10.

Næsta stóra kappingin er FM, sum verður fyri vaksin 9.-11. apríl í Havn og fyri ung tann 18. apríl á Giljanesi.