Leygardagin spæla KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði. Fyrr í hesum kappingarárinum vann Team Klaksvík fyri fyrstu ferð nakrantíð móti KÍF í bestu deildini. Tá vann liðið stórsigur á 30-23 í Kollafirði. Spurningurin er so, um Team Klaksvík fer at gera slætt borð í Kollafirði hetta kappingarárið.
KÍF liggur nummar 5 við 15 stigum, meðan Team Klaksvík er nummar 7 og aftast við 6 stigum. Dysturin í Kollafirði leygardagin byrjar kl. 16.00.
Les eisini:




