Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býurin fyrireikar seg til sólarmyrking

John William Joensen

Klaksvíkar Handilsfelag boðar frá at handlar í Klaksvík hava stongt til kl. 11 fríggjamorgunin og kommunan boðar frá at øll gøtuljósini í Klaksvíkar kommunu verða sløkt millum kl. 9:00 og 11:00. Harafturat verður stórt tiltak fyriskipað við Borðoyavík.

20. mars verður sólarmyrking í Føroyum. Seinast, hetta kom fyri, var í 1954, og tað munnu vera mong, ið enn minnast, hvussu serstøk henda uppliving var. Nógv verður á skránni kring landið hendan dagin, og tosað hevur verið um, hvar hetta einastandandi fyrbrigdi fer at síggjast best. Klaksvík hevur eina ótrúliga vakra vík, Borðoyarvík, og hevur Klaksvíkar kommuna tikið um at velja hana sum savningarstað í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, har sjálv fjøran innast í víkini verður karmur um hesa hátíðarløtu. Allir borgarar í Klaksvíkar kommunu verða við hesum bodnir at veraða vælkomnir til ein heitan kaffimunn, wienarbreyð, sunkist, og okkurt bomm verður eisini til børnini. Norðoya Kunningarstova stendur fyri hesum tiltaki, og heita vit á øll um at vera væl ílatin og helst hava gummistyvlar.Skrá
08.45: Vælkomin – kaffi serverað
09.10: Sigrun Skálagarð fortelur um sólarmyrking
09.25: Felagssangur
09.40: Friður meðan full sólarmyrking er
10.15: Liðugt