Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin fyri ársins søludag 2015 er løgd

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður Ársins Søludagur og verður hesin dagur, hósdagin 9. apríl. Fyrireikarnir siga, at hesin dagur er ætlaður til tey, sum ynskja at menna og styrkja seg sum sølufólk og sum ynskja at fáa betur førleika og meira vitan, innan hetta fak.

Skráin fyri dagin er spennandi og fjøltátta. Millum teir útlendsku gestirnar verða Anna Thygesen, sum er serfrøðingur tá tað kemur til kvinnur og sølu. Eskild Ebbesen, sum mest vinnandi ítróttarfólk í danska ríkinum, tá talan er um OL, HM og EM, kemur at hava ein fyrilestur sum hann kallar ”Tænk som en vinder – i salget”. Jens Poulsen, sum eftir hondini hevur arbeitt við fleiri stórum føroyskum fyritøkum, kemur á Søludegnum, at geva áhoyrarnum, nøkur konkret søluamboð. Teir føroysku fyrilestrahaldarnir eru, Sam Jacobsen, sum kemur at hava ein fyrilestur sum hann nevnir ”Góð tænasta selur” og Niclas Heri Jákupsson kemur at hava ein nýggjan og undirhaldandi fyrilstur um at tora at selja. Hesin fyrilestur hevur fingið navnið: ” Vilt tú vera eitt seyðarhøvd ella ein veðragjólingur”. Umframt hesar fyrilestrahaldarar, so verður eisini ein beinleiðis samrøða gjørd við Heina Zachariassen úr San Francisico. Heini kemur at svara spurningum um sølu og marknaðarførðing av Vivino.