Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru krøv Kringvarpsins borðbar

John William Joensen

Tvær ferðir árliga sendir KVF krøv um hyggjara- og lurtaragjald kr. 1.812,50 hvørja ferð t.v.s. tilsamans árliga kr.3.62500,00.

Tvær ferðir árliga sendir KVF krøv um hyggjara- og lurtaragjald kr. 1.812,50 hvørja ferð t.v.s. tilsamans árliga kr.3.62500,00.

Hesi krøv eru ein løgtingssamtykt, sum hvør føroyingur, føddur í føroyum ella ikki, skal gjalda, um hann eigur eitt sjónvarps- og lurtitól.

Føroyingurin er vanliga tolin, men av og á, hevur Norðlýsið fingið spurningin um hesi gjøld og svarið er, at hetta er ein løgtingssamtykt, og ikki at gjalda er brot á lógina.

Men so kemur ein spurningur afturat. Niðast á fyrstu rokningini, sum t.d. er fyri í ár stendur: “Eigur at vera goldið 02-02-15. Eftir nevnda dato verða kr. 125,00 lagdar afturat…” T.v.s. um goldið verður ein dag seinni.

Spurningurin er, hevur KVF loyvið til at brúka ein tílíkan okurstakst sum 125,00 krónur í gebyr. Hetta er samtykt við lóg? Lat okkum siga, at eitt eldri fólk, ella onkur sum hevur verið burtur og er tí gjaldingin farin burtur ímillum.

Vit síggja t.d. bæði í Føroyum og í útldonum, at um ikki rokning verður goldin, kunnu leggjast 15 – 25 krónur afturat. Men 125 krónur? Er hetta samtykt við lóg?

Nú vita vit at Kringvarps-stovnurin fleiri ferðir hevur funnits at peningastovnunum, tí teir eru ov ólátaðir við gebyrkostnaði.

Er hetta loyvt, verður spurt og hvat sigur Brúkaraumboðið, sum ofta hevur mál av minni prinsippiellum týdningi, t.d. at onkur smáforrætning hevur vágað sær út á sosialu miðlarnar við eini lýsing.

Føroyingurin hevur ikki bílagt sær eina vøru frá KVF, men hetta er smoygt omaná borgaran, sum eitt slag av skatti.

Tí spyrja lesararnir, um krøvini frá Kringvarpinum eru borðbar og at hetta er lógarfest í Løgtinginum ger ikki støðuna betri!