Í dag var hátíðarløta á nýggju deildini, KS3, á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Fyrst røddi Jona Nielsen, fyristøðukvinna, (les meira um hetta seinri).Barbara Mikkelsen, leiðari á byggideildini hjá Landsverk og Karsten Hansen, landsstýrismaur í Heilsumálum røddi eisini (meira um hetta seinri).
Í dag var hátíðarløta á nýggju deildini, KS3, á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Fyrst røddi Jona Nielsen, fyristøðukvinna, (les meira um hetta seinri).Barbara Mikkelsen, leiðari á byggideildini hjá Landsverk og Karsten Hansen, landsstýrismaur í Heilsumálum røddi eisini (meira um hetta seinri).
Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri, segði í røðu síni at tað var júst fyri trimum árum síðani at hann var boðin við Karsten Hansen í Fíggjarnevndina har 15 mió. kr. vórðu játtaðar. Landsstýrismaðurin lovaði nevndini at hetta skuldi ikki verða sum við so nógvum øðrum játtanum – hon skuldi halda.
– Tað gekk rúm tíð at fáa fólk at síggja at talan var um 15 og ikki 350 mió. kr. Bygginevndin hevur nýtt nógva orku at tosa og sjabbast, sum um at upphæddin var nógvar ferðir størri enn 15 mió. kr. Varð rætt atborið, so var hesin dagurin hildin fyri 2 árum síðani. Hesa longu tilgongd eri eg ikki nøgdur við, men tað er mín ábyrgd. Líkamikið – hetta er so tað. Tað jaliga er kanska at vit nú hava umrøtt mangt og hvat og eru vorðin tað klókari. Hinvegin má eg siga at vit (um ikki øll) eru væl nøgd við arbeiðið. Vit hava fingið nógv fyri lítið. Minnist til at seingjahæddin undir okkum nú verður tømd og fer at geva okkum nógvar fermetrar, sum vit hava mangla, og nú fara at nýta til víðari menning av sjúkrahúsinum.
– Eg vil nýta høvið at takka arbeiðstakarum og arbeiðsmonnum, ið fingu eitt sera stutt skoðbrá at avgreiða verkið. Eitt ½ ár ella so, íroknað steðgum, trupulleikum o.s.v. Takk til Búsetur, Norðoya Blikksmiðju, EL-IN, Klima.fo og onnur. Serliga takk til Sámal Ímundarson Hansen, sum kom inn í myndina tá arbeiðið byrjaði.
– Eisini vil eg takka okkara egnu fólkum. Vit fingu eina tóma deild og máttu byrja av nýggjum nakað inn í Januar í ár. Synnøva og Monica Mari, sum hava havt deildina niðri undir at passa, hava lagt orku í hettar og eg vil eisini nevna Regin, Øssur og Petur Martin og allar portørarnar við Petur Andreasen á odda.Eisini komu Christian og Eiler inn og avgreiddu síðstu trupulleikarnar. Síðst, men ikki minst hava gongsgenturnar havt sínar trupulleikar við at halda hølini rein og vøkur.
– Vit vita væl at tað ikki er so einfalt at samansjóða tvær mentanir, í hesum føri starvsfólk frá medisinskari og kirurgiskari røkt, men vónandi fer at bera til. Vit hava eisini fingið fakliga hjálp úti frá at ráðgeva við m.a. hesari samansjóðing umframt starvsfólkaviðurskiftum v.m.
Tá eg sigi at vit hava fingið nógv fyri lítið, so hugsaði eg eisini um tað vit ikki síggja. Luftin og inniklimaði kennist gott, ventilatións tólini síggjast ikki – eru placeraði á loftinum, vit hava góð og tøtt vindeygu næstan alla staðir, restin kemur í ár, og vit hava eitt nýtt, tætt tak umframt aðrar forbetringar. Hetta sæst ikki alt, men tað er avgerandi fyri einum góðum úrsliti. Síðani hava vit so fingið eina deild, ið er up-to-date við elektronikki og hentleikum, betur bað- og wc facilitetum v.m. Og arbeiðið heldur fram.Nakað av peningi er longu játtað og vónandi kemur nakað afturat komandi ár.




