Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Earth Hour 2015 í Klaksvík

Tíðindaskriv

Leygardagin, 28. mars 2015, verður afturvendandi tiltakið Earth Hour á skránni. Hetta tiltak er kl. 20.30 lokala tíð, um alla verðina. Tiltakið er fyri at gera vart við veðurlagsbroytingarnar. Hetta verður gjørt við at sløkkja alt ljós í ein tíma. Bæði fyritøkur, felagsskapir og privat persónar eru við í hesum árliga átaki.

Klaksvíkar kommuna er eisini við í átakinum og ein partur av Klaksvík verður tí myrkalagdur hendan tíman leygarkvøldið. Samstundis verður ein hugnaløta á vøllinum, har m.a. Klaksvíkar Fimleikafelag fer at framføra í myrkri.

Og nú várið er í luftini og urtagarðstíðin nærkast, so koma sniglarnir eisini sníkjandi aftur. Tí bjóðar kommunan sniglagift í skýlinum, har býargartnarin heldur til. Hetta verður samstundis sum tiltakið á vøllinum er.

Setið kross í álmanakkan til leygarkvøldið, so tit minnast til at sløkkja ljósið og at møtast til eina hugnaliga løtu á vøllinum.