Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka á tannklinikkini hjá Hans Olav

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Móttøka var í dag á tannklinikkini hjá Hans Olav Hansen, tannlækna í Klaksvík. Hans Olav hevur í samfull 32½ verið virkin tannlækni og størsta partin oman Eið í Klaksvík.

Nú hava so Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð yvir tannlæknavirksemið Oman Eið 8 í Klaksvík, eftir Hans Olav Hansen. Eftir bókini hendi yvirtøkan 1. januar 2015.

Talan er samstundis um eina víðkan og dagføring av tannlæknavirkseminum, við tað at Halldis eisini er sertannlækni í tannrætting, fleiri tannrøktarar eru eisini knýttir at tannlæknastovuni, sum er víðkað við tveimum viðgerðarstólum.

So tá ið øll eru á tannlæknastovuni, sum hevur fingið nýggja navnið Tannspenn, eru tey 14 fólk í tali. Tá er talan um fýra tannlæknar, Jonna Sjúrðaberg, Halldis á Grønastøð, Gunvør Petersen og Hans Olav Hansen, tannrøktarar og tannklinikkasistentar.

Ein hugnalig og fyrikomandi móttøka við hópin av fólki, sum hevði nógv skemtiligt og afturlítandi við í røðunum – Teirra millum, sum tóku orðið, vóru: Jonna, Halldis, Hans Olav, borgarstjórin, John William Joensen og Bogi á Steig.