Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5. umfar: Eyguni vend móti Stórá og Gundadali

Norðlýsið

Metingar: Tveir dystir millum lið í topp 5 eru á skránni í 5. umfarinum í Effodeildini, sum verður spælt skírhósdag .

4 umfør eru farin í Effodeildini og enn sær út til, at vit fáa eina javna kapping. Men tað kann broytast skjótt. Hetta komandi umfarið eru fleiri topp dystir og vinna tey ovaru liðini, so blívur ein munur, sum ikki kann innheintast uppá eitt umfar longur. Innanhýsis topp 5 dystirnir eru millum TB-NSÍ og B36-KÍ.

Niðanfyri metir Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, um 5. umfar í Effodeildini.

Víkingur-FC Suðuroy

Víkingur er kanska størsta vónbrotið higartil í kappingini. Í fjør vann Víkingur ikki sín 2. sigur fyrr enn í 8. umfarinum og tað kann henda, at tað sama hendur í ár. Men Víkingur er einki nevnivert aftanfyri hini liðini á stigatalvuni, sum væntast at stríðast um FM og leikliga hevur tað ikki sæð so galið út frameftir vøllinum. 8 mál eru farin ígjøgnum og tað undrar meg við so royndum leikarum í verjupartinum. Hjá FC Suðuroy hava fleiri av profilunum verið eitt vónbrot. Tað eru útlendingarnir saman við Høgna Madsen, Palla Augustinussen og Jón Krosslá Poulsen, sum skulu bera liðið í ár, tí teir flestu av hinum leikarunum eru undir 20 ár og skulu venja seg við bestu deildina. Har má eg siga, at fleiri av profilunum hava svíkt liðið. Tá hugsi eg serliga um leikbann og tað at missa høvdið, sum teir hava skift um at hava gjørt nærum hvønn dyst. Hetta við reyðum kortum má steðga og tað ongantíð ov skjótt, um FC Suðuroy skal gera sær vónir um at fáa stig. Hóast Víkingur ongan dyst hevur vunnið enn, so eigur heimaliðið ikki at fáa trupulleikar á heimavølli hesaferð, tí munurin á liðunum er eyðsýndur. Hinvegin hevur Víkingur fyrr havt trupulleikar við at skapa dystir móti botnliðum, so tað er ikki vist, at talan verður um ein stórsigur. Tipping: 1 (2-0)

HB-EB/Streymur

HB er næstan eins stórur favorittur sum Víkingur. HB hevur bara vunnið ein dyst higartil við einari yvirkomuligari skrá, og tí skulu sigrar til nú, tí HB er á pappírinum millum sterkastu liðini í ár. Skaðar hava argað seinastu tíðina, og móti TB seinast sóu vit, at HB í løtuni hevur trupulleikar við at skapa dystir. EB/Streymur má nú takast seriøst, tí hóast liðið liggur næstaftast og ongan dyst hevur vunnið, so hevur liðið bara einaferð tapt hetta kappingarárið. Tað er flott avrik við so stórari útskifting og á pappírinum einum væl veikari liði enn áður. EB/Streymur hevur spælt ein minni góðan dyst og hann var í Runavík og tí vita vit ikki enn, um liðið er eins sterkt á útivølli sum á heimavølli. Tað kann hugsast, at liðið rennur seg í eitt ódnarveður í Gundadali eins og í Runavík. Hinvegin hevur EB/Streymur fyrr í ár prógvað á Tórsvølli, at liðið kann fáa stig móti teimum bestu, men tá var spurnartekin sett við umstøðurnar. EB/Streymur hevur tað gott við, at HB er greiður favorittur og teir í sundalagnum hava helst eina vón um, at teir fara at megna tað sama sum TB megnaði í Gundadali seinasta umfar. Eg vænti tó, at HB vinnur ein tryggan sigur. Tipping: 1 (2-0)

AB-ÍF

AB hevur eins og Víkingur spælt allar dystirnar javnar í ár. Tað flytur ikki liðið langt á stigatalvuni, men gevur okkum samstundis eina ábending um, at liðið ikki stendur aftanfyri mótstøðuliðini á dystardegnum. ÍF hevur tapt ein dyst og spælt hinar javnar. Tað tykist fyri mær, sum ÍF framvegis er leitandi og skal finna seg sjálvt eftir stórar broytingar í hópinum í vetur. ÍF, sum skal spæla sín fjórða útidyst, fer at blíva betri seinni í kappingini, tá nýggju leikararnir eru meira samanspældir og kenna spælistílin hjá nýggja venjaranum betri. Av teimum 8 dystunum, har annað av hesum liðunum hevur verið annað liðið, eru 7 endaðir við javnleiki, og eg síggi javnleikin sum eitt gott boð uppá útfallið av hesum dystinum. Tipping: X (1-1)

TB-NSÍ

Toppdystur við Stórá, har nummar 3 tekur ímóti nummar 1. TB er liðið, sum fyrstu 5 umførini eftir mínum tykki hevur avrikað best í mun til realistiskar vónir undan kappingarárinum. Heldur TB hetta støðið, so hevur liðið góðar møguleikar at halda sær í deildini. Liðið tykist ikki darvað av byrjunartrupulleikum og trúgvin uppá at fáa stig – óansæð hvat mótstøðuliðið er og um liðið spælir í undirtali – hevur altíð verið eyðsýnd hesi fyrstu umførini. At NSÍ hevur 9 stig higartil er ikki óvæntað. Skráin í ár ger, at NSÍ mest sannlíkt fer at mynda toppin fyrstu 7 umførini. NSÍ misti einki stig móti teimum trimum aftastu liðunum í 2014, og higartil í 2015 eru teir tríggir sigrarnir komnir ímóti nummar 8, 9 og 10. Eg bólki TB framvegis í hendan aftasta bólkin. Meðan eg vænti, at NSÍ kanska ikki fær fult móti teimum aftastu í ár, men hinvegin fer at fáa fleiri sigrar móti hinum liðunum, enn teir fingu í fjør. Tá TB var uppi í bestu deildini í 2013 og 2014 fekk NSÍ 7 av 9 stigum á útivølli móti TB. Eg havi kensluna av, at hetta er ein dystur, sum passar NSÍ væl. Men verjuparturin hjá NSÍ er ikki sterkur og tí fær TB mál og kanska fleiri mál. Tipping: 2 (1-3)

B36-KÍ

Dystirnir millum B36 og KÍ hava verið tættir hesi seinastu árini, men sum oftast hevur B36 drigið longra stráið. Í 2011 fekk B36 9 av 9 stigum, í 2012 6 av 9, í 2013 7 av 9 og í 2014 6 av 9 stigum. Har haldi eg ikki, at eg fari skeivur, um eg sigi, at KÍ hevur havt hepnið við sær, tá teir báðir sigrarnir eru komnir. Sum sæst so er bara ein dystur av 12 dystum endaður við javnleiki. Bæði liðini hava fingið áleið tað stigatalið fyri fyrstu 4 umførini, sum roknast kundi við áðrenn kappingina. Men tá vit hyggja eftir manningarsíðuni, so koppar dysturin til B36. Tí hjá B36 fær ein av bestu leikarum í Effodeildini, Lukasz Cielsewicz, næstan ”debut” hetta kappingarárið. Hann spældi ein tíma á hála vøllinum á Tórsvølli í fyrsta umfarinum og fekk so reytt kort. Hjá KÍ hevur liðskiparin og stýrimaðurin í verjupartinum, Jonas F. Rasmussen, leikbann. Tað vænti eg fer at merkjast hjá KÍ og serliga í royndunum at steðga Lukasz, tí í Klaksvíkskappingini var tað Jonas, sum hevði gott tamarhald á Lukasz. Harafturat manglar B36 Hanus Thorleifsson vegna leikbann og KÍ manglar møguliga Atla Danielsen og/ella Evrard Blé, har hvørgan var frískur nokk til at byrja móti Víkingi, vegna skaða. Hjá KÍ er hetta seinasti dystur av trimum á rað móti teimum trimum liðunum, sum av teimum flestu eru mett at enda í topp 3. Eg vænti, at KÍ verður sterkari, tá vit koma longri út í kappingina. Hjá KÍ vístu álopsparið Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic klassa í seinasta dystinum í Sarpugerði. Teir skulu til at raka dagin og samstundis skal KÍ til at vinna miðvøllin – og tað er ein stór uppgáva – hóast liðið spælir við nærmast tveimum reinum álopsleikarum. Eg hevði ikki væntað, at B36 fekk tað eins lætt hendan dystin sum t.d. móti NSÍ, men tað at ein úthvíldur og helst sera tendraður Lukasz er við aftur og at verjuálitið hjá KÍ situr uttanfyri ger, at eftir mínum tykki liggur sigurin til B36, har Lukasz fær ein høvuðsleiklut. Tipping: 1 (2-1)