NSÍ eigur tríggjar leikarar í topp 6 listanum yvir upplegg.
Hans Pauli lagt upp til flest mál
Seks leikarar hava lagt upp til trý ella fleiri mál fyrstu fimm umførini. Hans Pauli Samuelsen og Árni Frederiksberg eru teir báðir fremstu og hesir báðir hava ligið millum teir fremstu á hesum listanum í fleiri ár. NSÍ eigur tríggjar av teimum seks leikarunum í toppinum og tað er ikki so løgið, tí NSÍ hevur við sínum 17 málum skorað nógv flest mál í Effodeildini.
6 upplegg:
Hans Pauli Samuelsen (B36)
4 upplegg:
Árni Frederiksberg (NSÍ)
Rógvi Joensen (TB)
3 upplegg:
Jonhard Frederiksberg (NSÍ)
Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)
Adeshina Lawal (ÍF)
Klæmint klárt á odda
Á toppskjúttaralistanum er Klæmint A. Olsen greitt á odda við 9 málum fyri fyrstu 5 umførini.
Toppskjúttaralistin sær soleiðis út:
9 mál:
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
5 mál:
Finnur Justinussen (Víkingur)
4 mál:
Andreas Lava Olsen(Víkingur)
Arnbjørn T. Hansen (HB)
Ibrahima Camara (B36)
3 mál:
Jonhard Frederiksberg (NSÍ)




