Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnunum í flogbólti 2015

Flogbóltssamband Føroya

Liðini, sum spældu seg víðari til FM finaluna í Eik-liguni hjá kvinnunum vóru TB og Dráttur. Hesar finalurnar skuldu nú avgerast í 3 dystum millum liðini.

Liðið hjá Drátti varð mannað við hesum leikarum: Sólgerð Henriksen, Helga Nordendal, Ruth Thomasen, Anna S. Hansen, Petra S. Hansen, Hildigunn Poulsen, Jórunn E. Wang, Herborg á Mýrini, Joan Johannesen, Bettieyð Ellingsgaard, Kristina Mouritsen og Barbara Poulsen. Venjarin hjá Drátti er Ragnar í Haraldsstovu og hjálparvenjari er Suni Hansen.

Liðið hjá TB varð mannað við hesum leikarum: Marin Dimon, Bára Jacobsen, Rannvá Berg í Heiðunum, Gunnvør Joensen, Katrin Petersen, Rebekka Magnussen, Gudrid Nolsøe, Sharon Holm Haynes, Julia Mortensen, Sofía Berg í Heiðunum, Teresa Magnussen, Sofía Maria Ferjá, Femja Mortensen og Tórunn Holm. Venjarin hjá TB er Otto Gram og hjálparvenjari er Virgar Djurhuus.

Fyrsta finalan varð spæld sunnukvøldið 29. mars 2015 í Trongisvági og úrsliti gjørdist, at TB vann 3 – 2. Settúrslitini vóru 17-25, 15-25, 25-20, 25-17, 15-10. Sjálvt um TB var aftanfyri við tveimum settum, eydnaðist tað teimum at vinna 3 tey næstu settini og harvið dystin.

Seinna finalan skuldi spælast í høllini á Hálsi mikudagin 1. apríl 2015 kl. á taraflexgólvinum. Dysturin byrjaði kl. 20.30 og nógvir áskoðarar vóru møttir at stuðla sínum liðum.

Hetta gjørdist ein sera spennandi og javnur dystur, har Dráttur dróg longra strálið og vunnu tær dystin 3-1 við settúrslitinum 25-22, 19-25, 25-22, 25–23.

Nú var so neyðugt við triðja finaludystinum, sum skuldi avgera, hvør gjørdist føroyameistari í Eik-liguni 2015.

Tann 2. apríl 2015 skuldi so triðja finalan hjá kvinnunum spælast í høllini á Hálsi. Dysturin byrjarði kl. 16.00 og aftur hesa ferð vóru sera nógvir áskoðarar komnir at hyggja eftir liðunum. Stemningurin var góður ímillum áskoðararnar og nú stóð nógv uppá spæl, tí bæði liðini høvdu vunnið hvør sín dyst.

TB byrjaði sum eitt ódnarveður í fyrsta settið og vóru tær frammanfyri við fleiri stigum nærum alt settið, tó at Dráttur í tveimum umførum bert vóru 3 stig aftanfyri TB, bæði við støðuna 13-16 og 17-20. Settið endaði tó við, at TB vann 25-22. Næsta settið fylgdust liðini upp til 5-5, men síðani fór TB nakað frá Drátti. Við støðuna 6-9 og 11-19 tók venjarin hjá Drátti timeout fyri at bróta tað góðu rútmuna hjá TB, men tað eydnaðist ikki Drátti at koma aftur í aftur. TB vann næsta settið 25-18. Fyri at Dráttur nú skuldi vera við í dystinum og harvið hava møguleikan at koma aftur í aftur, so máttu tær syrgja fyri at vinna triðja settið. Settið byrjaði aftur við at TB legði seg á odda, men við støðuna 10-10 tók TB venjarin timeout, tí nú var aftur háspenningur í luftini. Eftir fyrsta timeout’i gjørdist støðan hjá TB bara betri og betri. Dráttur tók timeout við støðuna 11-16 og 12-21, men nú var stórur munur á liðunum og dysturin endaði við at TB eisini vann 3. settið við úrslitinum 25-18. Sostatt er TB føroyameistari í Eik-liguni hjá kvinnunum 2015.

Vit ynskja TB til lukku við føroyameistaraheitinum 2015.


FM finalurnar í Eik-liguni hjá monnunum í flogbólti 2015

Liðini, sum spældu seg víðari til FM finaluna í Eik-liguni hjá monunum vóru ÍF og Fleyr. Hesar finalur skuldu eisini avgerast í 3 finalunum millum hesi bæði liðini.

Liðið hjá ÍF varð mannað við hesum leikarum: Trygvi Hansen, Ingolvur Olsen, Bárður Petersen, Martin Nón, Boban Ilic, Bartal Eliasen, Hjørtur Sólstein, Georg Jacobsen, Brian Poulsen, Jógvan E. Fagraklett, Bárður Jacobsen og Marger Toftegaard.

Liðið hjá Fleyr varð mannað við hesum leikarum: Hans Fróði Jensen, Fróði Bærendsem Bergur R. Olsen, Jón Syderbø, Rasmus Potts, Suni J. Petersen, Niels Pauli Rasmussen, Uni Jacobsen, Niels Niclasen, Rói Hentze, Hjalmar Joensen og Magnar K. Vang.

Fyrsta finalan varð spæld sunnukvøldið 29. mars 2015 á Kambsdali og úrsliti gjørdist, at ÍF vann 3-1 á Fleyr við settúrslitinum 25-17, 25-11, 20-25, 25-10.

Seinna finalan skuldi nú spælast í høllini á Hálsi mikudagin 1. apríl 2015 á taraflexgólvinum. Dysturin byrjaði kl. 18.00 og fleiri áskoðarar vóru møttir at stuðla sínum liðum.

Hesin dystur endaði við at ÍF vann 3-0 á Fleyr við settúrslitinum 25-15, 25-22, 25-20. Tað var bert í øðrum settinum at spenningur var í dystinum og við støðuni 23-22 tók ÍF timeout, tí tá varð blivið í so tætt ímillum liðini. ÍF lat ongan iva vera um, hvat er besta liðið í Eik-liguni í ár. Av tí at ÍF hevur vunnið báðar finalurnar, gjørdist sostatt ikki neyðugt við teirri triðju finaluni.

ÍF er føroyameistari hjá monnum í Eik-liguni 2015 og fara vit hervið at ynskja teimum til lukku við føroyameistaraheitinum.


Flogbóltssamband Føroya