Uppskotið um játtanarkarmar verður lagt fyri løgtingið í dag klokkan 13.30. Eftir ætlan skal uppskotið verða við til, at yvirskot verður á fíggjarlógini aftur í 2016.
Uppskotið um játtanarkarmar verður lagt fyri løgtingið í dag klokkan 13.30. Eftir ætlan skal uppskotið verða við til, at yvirskot verður á fíggjarlógini aftur í 2016.
Sambært hesum játtanarkarmunum verður yvirskotið á fíggjarlógini í 2016 56 milliónir krónur.
Javnan hevur verið sagt hetta samgonguskeiðið, at tað er týdningarmikið at inntøkurnar skulu fáa útreiðslurnar aftur. Í viðmerkingunum til áðurnevnda uppskot stendur soleiðis:
At í árunum frá 2011-2014 eru inntøkurnar eru vaksnar við 471,6 mió. kr., ella 3,6% um árið. Útreiðslurnar eru vaksnar við 181,3 mió. kr., ella 1,4% um árið. Og at inntøkurnar í tíðarskeiðnum eru vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar.
Í uppskotinum verða eisini nøkur búskaparlig lyklatøl lagt fram, sum sitandi samgonga m.a. metir seg hava verið við til at ávirka nakað:
Løntakaratalið er vaksið við um leið 1000 fólkum, arbeiðsloysið er lækkað úr 7% niður í 3,2%, nettofráflytingin er broytt til nettotilflyting og fólkatalið er vaksið við 440 fólkum.
Uppskotið um fíggjarkarmar kann annars lesast í fullum líki HER




