Í morgin verður aðalorðaskiftið í løgtinginum, um føroyskan uttanríkispolitikk. – Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá ið eg staðfesti, at sjáldan áður hava vit rokkið so góðum úrslitum á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið, sigur løgmaður.

Løgmaður legði fríggjadagin sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram fyri løgtingið.
Løgmaður heldur, at í hesum valskeiðnum er nógv hent á uttanríkispolitiska pallinum:
– Úr rúgvuni kunnu nevnast fríhandilssáttmálin við Turkaland, landgrunsmálið og silda- og makrelmálið. Sum tjóð kunnu vit kortini ikki setast afturá og bara njóta framd avrik. Tað tryggjar ongan framburð. Avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum eru stórar. Mín vón er, at vit fáa eitt kveikjandi kjak í sambandi við aðalorðaskiftið mánadagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Framløga løgmans kann eisini lesast her
Aðalorðaskiftið byrjar klokkan 13.30 í morgin.