Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KSS tikið nýggja beding í nýtslu

John William Joensen

Tann 28. mai 2014 var farið undir arbeiði at umvæla bedingina hjá KSS og tá arbeiði var um at verða liðugt rendi russari á bedingina sum fekk stóran skaða. Nú er arbeiði liðugt og fyrstur at royna nýggju bedingina er Capella og sambært Frimodt Rasmussen, stjóra á KSS gekk alt sera væl og teir eru vælnøgdir við arbeiði sum er gjørt.

– Vit hava í dag eina nýggja beding har vit hava skift skinnarar og alt sum er undir skinnarunum. Arbeiði hevur verið sera umfatandi og er sera væl úr hondum greitt av dugnaligum arbeiðsmonnum og kavarum frá GMD í Fuglafirði. Úrslitið er at vit í dag kunnu taka skip sum eru 1500 tons til støddar, sum er næstan tvífalt so stór skip sum vit kundu taka frammanundan. Gamla bedingin kundi taka skip sum vóru 800 tons til støddar.

– Capella, sum hoyrir til KSS var fyrsta skipið á nýggju bedingini og næsta skipið verður Grønalíð hjá Bakkafrost. Nú kunnu vit endiliga bjóða bedingina fram aftur og tað fegnast vit um, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS.

Harleywoodpaint