Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Burðardyggur politikkur er ikki bert eitt alternativ

Bergur A. Dalsgarð

Tú skalt ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin.Men tað var júst tað, ið BADH samgongan gjørdi við at leggja um til forskatting av pensjónum. Við at skatta pensjónirnar við inngjaldi hvarv tað rætta lutfall, ið hevur verið ímillum talið av pensjónistum og inntøkuna frá skatting av pensjónum. Tað hevur verið ein trygd fyri pensjónistin, at landið hevði fleiri inntøkur, tá talið av pensjónistum var stórt – um 20 ár verður lutfallið vent á høvdið.

Tú skalt ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin.

Men tað var júst tað, ið BADH samgongan gjørdi við at leggja um til forskatting av pensjónum. Við at skatta pensjónirnar við inngjaldi hvarv tað rætta lutfall, ið hevur verið ímillum talið av pensjónistum og inntøkuna frá skatting av pensjónum. Tað hevur verið ein trygd fyri pensjónistin, at landið hevði fleiri inntøkur, tá talið av pensjónistum var stórt – um 20 ár verður lutfallið vent á høvdið.

Vit, sum eru ung í dag, rinda við okkara pensjónsskatti fyri m.a. skattalætta til tey vælbjargaðu og at reiðarar fáa ókeypis fiskiloyvi; frá okkum sjálvum, enntá.

Tað kundi ligið beint til høgrabeinið at sagt, at henda nýggja inntøka, ið kom frá forskattingini, skuldi verið brúkt til at basa fátækradømi, og tað hevði eisini verið menniskjaliga rætt at gjørt soleiðis. Tað meini eg tó ikki, at vit eiga at gera – fátækradømi er ein akuttur trupulleiki, og hann kann og má ikki loysast við inntøkum, ið eiga at tryggja eldratilveruna hjá okkum, ið eru ung í dag, tí so verður tað bert kvæðna tyngri, tá ið vit gerast eldri og fara av arbeiðsmarknaðinum. So fátækradømið má loysast við øðrum inntøkum.

Tað kundi eisini verið nærliggjandi at sagt, at skattalættin, ið fyri summi merkti fleiri túsund krónur meiri um mánaðin at brúka uppá eitthvørt, var tað rætta, tí at hann skapar vøkstur í búskapinum. Hetta er tó beinleiðis skeivt. Skattalættar skapa ikki búskaparvøkstur í teimum nýggjaru samfelagsmodellunum, tí fortreytirnar eru broyttar í ídnaðar- og vitanarsamfelagnum. Í 10’unum, sum vit nú eru í, eiga flest øll fólk minst ein flatskerm, flotta telefon og goodwill frá bankanum at hava eitt forbrúksstøði, ið ikki økist í sama mun sum ástøðini um skattalættaskaptan búskaparvøkstur leggja upp til.

Tá tað kom til stykkis, so fingu tey, ið høvdu mest brúk fyri einum lætta, eina pensjónsrokning, ið merkir mistar 200.000kr í ellisárunum fyri tey, ið framman undan hava ringast við at fáa endarnar at røkka saman. Tað er slíkt sum hetta, ið fær meg at umhugsa, hvørt sitandi samgonga yvirhøvur hevur uppiborið at veittra við merkinum – um tað ikki skuldi verið eitt sjórænaraflagg í staðin, tí hetta er júst tann umventi Robin Hood, sum hevur valdað seinastu fýra árini.

Burðardyggur politikkur er ikki bert eitt alternativ. Tá ið politiska valdið hevur valt at framskunda inntøkur, ið verða neyðugar um 20, 30, 40 ár, so noyðast hesar inntøkur at fara til okkurt, ið tryggjar samfelagið so langt fram í tíðina. Ein partur av loysnini er at geva arbeiðinum fyri einar oljufríar Føroyar eitt veruligt skump.

Kvettið avgjaldið á el-bilar burtur. Gerið til gjørligt at framleiða grøna orku og selja til føroyska el-netið. Lækkið avgjøldini á ávísar vørubólkar, ið hava við sær orkusparing, eitt nú løðara til el-bil, orkusparandi ljós, vindmyllur, bæði til húsbrúk og til størri framleiðslu, ljós- og sólorkutól o.s.fr.

Ein annar partur av loysnini er at arbeiða fyri tilflyting. Brúkið eisini hesa ónatúrligu inntøku til at fjálga um bústaðarmarknaðin við nógv fleiri bíligum leiguíbúðum – gjarna í útjaðaranum – og við eini betri útbygdari Strandferðslu millum tær stóru bygdirnar, so tað gerst lættari at ferðast millum heimið og arbeiðsplássið uttan at skula eiga bil.

Tað eru bert trý ting, ið henda inntøka ikki má brúkast til: Øktan rakstur, studning til fiskivinnuna og skattalætta. Annars má hon fyri mína skyld gjarna brúkast til alt, ið hóskar til lyklaorðið burðardygd.