Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leggið Fjarhitafelagið og SEV saman

Tróndur Sigurðsson

Fjarhitafelagið og SEV skulu í næstum byggja hvør sítt nýggja høvuðssæti, men um tey heldur bygdu eitt sæti saman, hevði talan bæði verið um sparing og grønan hugburð

Fjarhitafelagið og SEV skulu í næstum byggja hvør sítt nýggja høvuðssæti, men um tey heldur bygdu eitt sæti saman, hevði talan bæði verið um sparing og grønan hugburð

Í hesum døgum, tá burðardyggar og grønar loysnir viga nógv, er eisini umráðandi, at víst verður í verki, at nakað býr aftanfyri. Tað er lætt at tosa um, hvussu alt skal gerast, men mest umráðandi er, at tú í verki vísir, at annað enn tos og tala býr aftanfyri.

Leingi hevur verið ávegis, at Fjarhitafelagið skal byggja nýtt høvuðssæti, samstundis sum SEV hevur ætlanir um tað sama. Tá nú tvey feløg, sum hava so nógv til felags, ganga við somu tonkum, haldi eg tað vera sjálvsagt, at tey saman byggja eitt høvuðssæti, ið kann hýsa báðum. Og brúkaranum, ið skal rinda fyri bæði, hevði tað gagnað best, at tey stóðu saman um eitt høvuðssæti.

Her kemur eisini grøna orkan inn í myndina, tí vit vita, at avlopsorkan frá vindmyllulundini í Húsahaga skal goymast í stórum tangum og síðani brúkast til kervið hjá Fjarhitafelagnum. Um vit so løgdu alt saman, hevði tað fakliga komið styrkt burtur úr tí hjá báðum pørtum.

Hetta er eisini ein mestsum sjálvsøgd loysn, tí Tórshavnar kommuna eigur aðra helvtina av Fjarhitafelagnum og SEV hina, og samstundis eru tað kommunurnar í Føroyum, sum allar saman eiga SEV, har Tórshavnar kommuna aftur er størsti einstaki eigarin.

Í mínum hugaheimi høvdu vit gagnnýtt og styrkt bæði SEV og Fjarhitafelagið við at lagt saman, bæði tá tað kemur til útbýggingar og varðandi grøna orku frameftir.

Brúkarin vildi í síðsta enda eisini fingið fyrimun av eini samanlegging, tí tað verður brúkarin, sum skal rinda fyri, at Fjarhitafelagið brúkar umleið 35 milliónir krónur til nýtt høvuðssæti og SEV aðrar 40-50 milliónir krónur til tað sama.

Brúkið grønt skil!

Tá talan er um, hvar eitt felags høvuðssæti kundi verið, vildi økið við Stórutjørn í Hoyvík verið sera vælegnað til nýggja staðseting, tí tá Skálafjarðartunnilin kemur, liggur økið væl fyri – eisini til leiðingarnar frá fjarhitafelagnum og SEV, umframt at økið liggur nær Sundsverkinum.

Við einum felags høvuðssæti vildu SEV og Fjarhitafelagið havt eina góða vitanarmiðstøð, sum væl hevði verið før fyri at framtíðartryggja orkuøkið við sínum dugnaligu starvsfólkum. Um alt var a einum stað, so høvdu vit havt ein stóran og sterkan felagsskap, ið hevði megnað at tikið størri tøk á orkuøkinum, øllum landinum til gagns.

Nýggja vindmyllulundin í Húsahaga er ein sólskinssøga, ið eisini hevur givið ekkó uttan fyri landoddarnar, samstundis sum fjarhitin roynist sera væl í Hoyvík. Eftir er bara at økja um fjarhitanetið í øllum býnum, og er hetta arbeiði eisini í gongd. Nógv avlopsorkan verður at fáa frá nýggja verkinum hjá SEV á Sundi, umframt ta avlopsorku, vit fáa frá vindmyllulundini, og alt samalt er hetta dømi um góðan, grønan hugburð.

Tí vildi tað verið eitt sindur øvugt, skuldu allir teir fyrimunir, vit hava vunnið við at hugsað grønt, verið oyðslaðir burtur við íløgum í tvey høvuðssæti fyri kanska 70-80 milliónir krónur, har vit áttu at sloppið við eini stórari helvt, um alt varð lagt saman og bygt á einum stað.

Skulu vit duga at gagnnýta grønu orkuna betur í Føroyum, eiga vit eisini at gagnnýta teir fíggjarligu fyrimunir, vit fáa burtur úr henni. Til tað endamálið er best at leggja SEV og Fjarhitafelagið saman, so vit eisini vísa, at vit hava grønt fíggjarligt skil !

Tróndur Sigurðsson

Formaður í byggi- og býarskiparnevndini í Tórshavnar kommunu