Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndlist og Tónlist í Glyvra kirkju

Tíðindaskriv

Hvítusunnukvøld 24. mai kl. 19 verður myndlist og tónlist í Glyvra kirkju. Bjørk Gudmundsen sýnir fram.

 Hon hevur áður havt framsýningar í Smiðuni í Lítluvík, Gallarí Jinx, Pakkhúsinum við Gjónna í Sandavági, Eik banka og aðrastaðni við. Hartil koma framsýningar hennara við ikonum í Sandavágs kirkju, kirkjuni í Mykinesi, Eiðis kirkju og Rituvíkar kirkju. Málningarnir eru ymiskir. Teir eru eyðkendir við sínum sterku og djúpu litum. Millum málningarnar, ið verða sýndir fram í Glyvra kirkju, eru nakrir málningar, ið eru málaðir eftir motivum hjá Mikines í kubistiskum stíli.

Í sambandi við framsýningina verður eisini tónlist. Monika Stauss Joensen fer at spæla violin saman við øðrum.

Harleyfacadeacryl