Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Diplomatisk sambond tryggja búskaparvøkstur

Løgmansskrivstovan

Tað er ein týdningarmikil liður í búskaparligu menningini í Føroyum at knýta beinleiðis diplomatisk sambond við lond, ið hava týdning fyri føroyskan búskap. Tað heldur løgmaður, sum í dag hevur verið til móttøku í Moskva, nú Føroyar hava latið upp sendistovu í Russlandi.

– Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland. Samstarvið við Russland er skjótt 40 ára gamalt. Nýggja sendistovan er eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Á móttøkuni seinnapartin vóru løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini vóru 20 føroyskar fyritøkur við.

Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagir hjá føroysku fyritøkunum tóku eisini lut á móttøkuni.