Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blái blokkurin gongur fram

Danial Viðoy

Fólkatingsval 2015: Fyrsta veljarakanningin, eftir at valið varð útskrivað í gjár, er longu farin av bakkastokki. Danski Fólkaflokkurin fær tveir sessir afturat, og Sosialdemokratarnir eru størsti flokkur. Men tað er tann blái blokkurin, sum gongur fram.

Fólkatingsval 2015: Fyrsta veljarakanningin, eftir at valið varð útskrivað í gjár, er longu farin av bakkastokki. Danski Fólkaflokkurin fær tveir sessir afturat, og Sosialdemokratarnir eru størsti flokkur. Men tað er tann blái blokkurin, sum gongur fram.

Í ein spillfeskari kanning, sum ”Epinion-måling” hevur gjørt fyri DR, gongur blái blokkurin fram við 1,7 prosentstigum. Reyði blokkurin stendur til at fáa 46 prosent av atkvøðunum og blái blokkurin 54 prosent.

Veljarakanningin varð gjørd beint eftir, at Helle Thorning Smidt skrivaði út val í gjár.

Tað er serliga Danski Fólkaflokkurin, sum veksur í vavi hesa veljarakanningina. Í mun til seinastu veljarakanningina 12. mai, fær flokkurin hesa ferð 36 fólkatingssessir, sum eru tveir fleiri enn seinast.

Les eisini: VALFEPUR Í KEYPMANNAHAVN

Harafturímóti gongur Radikalu aftur, sum fær 10 sessir og missur ein sess. Tann Sosialistiski Fólkaflokkurin fær 11 sessir og gongur ein aftur í mun til seinastu veljarakanning og heili fimm í mun til seinasta Fólkatingsval.

Sosialdemokratarnir standa enn til at vera størsti flokkur í Danmark við 45 sessum, ímeðan Vinstraflokkurin kemur inn við 40 sessum – sjey færri enn seinasta Fólkatingsval.

Samanteljingin av reyða og bláa blokkinum telur ikki teir flokkar við, sum ikki fáa nakran sess.

Veljarakanningin fevnir um 1420 veljarar. Og soleiðis velja teir í prosentum:

Sosialdemokratarnir 25,3 prosent

Radikalu 5,5 prosent

Konservativi flokkurin 4,0 prosent

Sosialistiski Fólkaflokkurin 5,9 prosent

Liberal Alliance 6,4 prosent

Kristindemokratarnir 0,5 prosent

Danski Fólkaflokkurin 20,2 prosent

Vinstraflokkurin 22,1 prosent

Eindarlistin 8,3 prosent

Alternativi 1,7 prosent

KANNINGIN SÆST HER