Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin stongdur eina løtu

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani bleiv Norðoyatunnilin stongdur fyri allari ferðslu. Av politistøðini frættist, at ein bilførari hevur verið óheppin og hevur koyrt á kantsteinarnar, hevur mist harradømið og er endaður inni í vegginum við bili sínum.

Politiið sigur víðari, at ongin mansskaði er hendur, men at neyðugt hevur verið at stongt tunnilin orsakað av at teir arbeiða við at fáa bilin út úr tunlinum.