Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ágangandi Helle og eyðmjúkur Lars

Danial Viðoy

Fólkatingsvalið 2015: Fyrsta stóra kjakið millum Helle Thorning Smidt og Lars Løkke Rasmussen fór av bakkastokki í gjárkvøldið. Politiskir greinarar og eygleiðarar eru á ójøvnum máli um, hvør av forsætiskandidatunum stóð seg best.

Fólkatingsvalið 2015: Fyrsta stóra kjakið millum Helle Thorning Smidt og Lars Løkke Rasmussen fór av bakkastokki í gjárkvøldið. Politiskir greinarar og eygleiðarar eru á ójøvnum máli um, hvør av forsætiskandidatunum stóð seg best.

Tað kom ikki so nógv nýtt fram í kjakinum millum tey bæði í gjárkvøldið. Hetta var eisini væntandi, tí tað er so tíðliga í valstríðnum.

Ein tilvitaður ágangandi framferðarháttur

Helle Thorning var meira ágangandi og tóktist eitt vet upplagdari enn Lars Løkke – serliga fyrsta partin av kjakinum. Tí tað var hesar fyrstu minuttirnar Lars Løkke, sum oftari skuldi forsvara seg og tíðum tóktist at Helle hevði Lars til forhoyr.

Men nakrir eygleiðarar meta eisini, at tann ágangandi framferðarhátturin hjá Helle, kann vera eitt sindur óheppin fyri hana. Tað kann útstrála, at hon ikki hevur nakað sjálv og tí vildi gagnnýta tíðina við at spilla persónin Lars Løkke Rasmussen.

Eygleiðarar vænta eisini, at hetta var ein tilvitaður framferðarháttur hjá verandi forsætisráðharra. Tí glansurin hjá Lars Løkke er skalaður nógv farna valskeið av persónligum ávum.

Lars Løkke hevur valt og var eisini í gjár eyðmjúkur um hetta og at ásannaði at hann sum persónur er viknaður. Men at hann sum politiskur persónur og leiðari ongantíð hevur verið sterkari. Helle Thorning veit eisini at Lars Løkke er ein sterkur politikari og hevur eftir øllum at døma valt at vísa á veiku síðuna hjá Løkke.

Tøl og trúvirðið

Einu løtuna í kjakinum keglaðust tey bæði um, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss er komin farna valskeið. Løkke segði, at tað einans eru 700 danir hava fingið arbeiði av teimum nógvu arbeiðnum, sum eru komin. Meira enn helmingurin er farin til aðrar enn danir. – Heilt víst nakað miðlarnir fara at grava djúpari í hendan sætta dagin í valstríðnum.

Løkke fekk hesa løtuni trupult við at forsvara hesi tølini og tóktist Helle at standa væl sterkari. Hon brúkti hesa løtuna at spæla við trúvirðið hjá Lars Løkke Rasmussen. Tað eydnaðist hjá henni, siga eygleiðarar og siga eisini, at hetta hevur verið tilvitað atsókn hjá Helle Thorning.

Aðrir eygleiðarar skjóta Vinstraflokkin fyri ikki at hava fyrireikað hetta betri saman við Lars Løkke Rasmussen.

Politiskir eygleiðarar hjá DR og tv2 eru ósamdir um hvør stóð seg betri. Onkur sigur greitt, at Løkke stóð seg betri ímeðan aðrir meta, at Helle stóð seg betri. – Ongin ivast í dag, at tað sera tætt ímillum forsætiskandidatarnir. Háspenningur í donsku val-luftini.

Hevði val verið í dag hevði blái blokkur fingið 51,2 prosent av atkvøðunum og 89 sessir og reyði blokkur 48,8 prosent og 86 sessir, vísir feskasta meiningarkanningin.