Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

22% øking av millióningum í Suðurstreymoy frá 2011 til 2013

John William Joensen

Tilsamans vóru 374 skattgjaldarar í Føroyum sum høvdu eina ársinntøku sum var omanfyri eina mió. kr.. Í hesum bólkinum eru einans 16 kvinnur. 170 skattgjaldararnir í Tórshavnar Kommunu høvdu eina ársinntøku sum er omanfyri 1 mió. kr. um árið

74 búðu í norðoyggjum harav tvey konufólk. 35 búgva í Fuglafjarðar- og Eystur Kommunu. 24 í restini av Eysturoy, 10 í Sundalagnum, 8 í Vestmanna og Kvívík, 24 í Vágunum, 12 á Sandoynni, 17 í Surðoy. 170 búgva í Suðurstreymoy harav 11 kvinnur.

Tríggir mans og tvær kvinnur sum eru omanfyri 70 ár høvdu eina ársinntøku, sum er omanfyri eina mió. kr. um árið.

Hesi 374 sum fáa eina mió. kr. ella meira í løn um árið, rindaðu tilsamans 95,6 mió. kr. í landsskatti og 81 mió. kr. í kommunuskatti. Skattskyldugainntøkan hjá hesum bólkinum var 502 mió. kr. harav tey rindaðu í lands- (19,03%) og kommunuskatti (16,13%)tilsamans 176,6 mió. kr. 

Í 2011 búðu 60 fólk í Norðoyggjum sum tjentu meira enn eina mió. kr. um árið og sambært nýggjastu tølunum frá TAKS (2013) búgva 74 millióningar í Norðoyggjum.

Í 2011 búðu 139 millióningar í Suðurstreymoy og í 2013 búðu 170, sum er ein øking uppá 22%.

Kelda: Taks