Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterkt 1.deildarlið hjá KÍ í kvøld

Jákup Ósá

B71 vitjar í Klaksvík mikukvøldið, men hóast B71 er frammanfyri á stigatalvuni, so verður talan helst um ein spennandi dyst, tí KÍ er væl mannað til dystin, meðan B71 kemur frá einum 6-1 stórsigri á NSÍ.

B71 vitjar í Klaksvík mikukvøldið, men hóast B71 er frammanfyri á stigatalvuni, so verður talan helst um ein spennandi dyst, tí KÍ er væl mannað til dystin, meðan B71 kemur frá einum 6-1 stórsigri á NSÍ.

Mikukvøldið er umfar í 1.deild, har B71 vitjar í Klaksvík. B71 liggur undan dystinum á 4. plássi við 23 stigum, meðan KÍ liggur á 6. plássi við 18 stigum. At umfarið ikki liggur saman við einum umfari hjá Effodeildini hevur ávirkan á, at KÍ verður í einari rættuliga sterkari útgávu hendan dystin. Tá liðið spældi á Argjum leygardagin vóru leikarar sum Tórur Justesen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør og Jóannes K. Danielsen við. Teir hava allir loyvið at spæla aftur hesaferð og vera tí í KÍ hópinum. Afturat teimum eru Gunnar Christiansen, Henry Heinesen og Jákup B. Andreasen nú eisini tøkir. Afturat hesum kann nevnast, at Jógvan Isaksen og Oddmar Marsten frammanundan eru í 1.deildarhópinum, so talan verður samanlagt um nógvar royndir úr Effodeildini, tá KÍ liðið fer á vøllin. Hjá B71 eru kendastu leikararnir málverjin Símun Rógvi Hansen og Høgni Midjord, sum áður hevur spælt við besta liðnum hjá m.a. B36.

Dysturin í Klaksvík mikukvøldið byrjar kl. 19.30 og dómari verður Bjarki Danielsen.