Ímeðan landsliðssteðgur er – og fólk eisini eru á fótbóltsgosið eftir vakra úrslitið í gjár – tóku nakrir KÍ-arar sær dælt av støðuni og fóru ein gongutúr út á Kallin. Og teir vóru ikki bangnir fyri at vísa kulør.

Tað er fyribils steðgur í føroysku landskappingini. Allir fótbóltsleikarar dáma væl at spæla fótbólt, men viðhvørt er eisini gott at fáa ein lítlan steðg.
Ein partur av hópinum hjá KÍ legði tí leiðina í Kalsoynna og tóku alla leiðina norður á Kallin. Hetta var eisini høvið hjá teimum føroysku leikarunum at vísa teimum útlendsku vøkru føroysku náttúruna.
Dysturin á Tórsvølli elvdi til, at dagurin bara gjørdist enn betri enn væntað varð frammanundan.
Síggj myndina niðanfyri í fullari stødd: