Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi helt fyrilestur á altjóða ráðstevnu

Norðlýsið

Í dag helt Rógvi Biskopstø fyrilestur á altjóða granskingarráðstevnu.

Í dag helt Rógvi Biskopstø fyrilestur á altjóða granskingarráðstevnu.

Í ár verður altjóða ráðstevnan Product Development and Innovation Management Conference hildin á Copenhagen Business School, og ein partur av ráðstevnuni var ein framløga hjá klaksvíkinginum Rógva Biskopstø.

Rógvi lesur innan framleiðslu á Aalborg Universiteti í Keypmannahavn, og seinasta semestur hevur hann tikið á Tsinghua University í Beijing í Kina.

Rógvi legði fram greinina “Designed for Logistics: Lesson learnt in a start-up firm”, og hetta er eitt evni, sum hann saman við professaranum hjá sær hevur granskað burturav seinasta árið.

– Tað var sera hugaligt at fáa hesa grein upptikna á einari akademiskari ráðstevnuni, sigur Rógvi Biskopstø.

Hann og professarin Atanu Chaudhari hava ment eina vegleiðing fyri, hvussu fyritøkur kunnu endurskapa vøruna við størri atliti til bingjuna, og harvið spara nakað av flutningskostnaðinum.

– Seinasta tíðina er nógv hent á altjóða handilsmarknaðinum. Eitt nú síggja vit, at føroyskar fyritøkur útflyta alsamt meira til fjarleiðir so sum Russland og Kina, og hetta viðførir vanliga hægri flutningskostnað, sigur Rógvi Biskopstø.

Tí hevur tað áhuga at granska í, hvussu tað ber til at spara krónur og oyru í flutningskostnaðinum av útflutningsvørunum.

Á myndini sæst Rógvi Biskopstø til framløguna á 22nd Product Development and Innovation Management Conference, Copenhagen Business School.