Leygardagin 1. august verður skipað fyri árliga Kópakonudegnum í Mikladali. Skráin fyri dagin er enn ikki endaliga fastløgd, men Norðlýsið hevur fingið at vita, at ein av fremstu songkvinnum okkara Eivør Pállsdóttir kemur at framføra.
Viðrar, so verður framførslan á Stórakneysa við síðun av Kópakonuni, annars verður tiltakið uppi í bygdini.
Sjávt um kampingplássið í bygdini ikki er stórt, so ber til at kampera har, tað er Norðoya Kunningarstova, sum stendur fyri kampingplássinum og eisini fyri innivisti í Kalsoynni.




